Tað kundi enda heilt galið, tá ið ein treylari fór av kós í rundkoyringini á krossinum Jónas Broncksgøta og Yviri við Strond seinnapartin í gjár.
Treylarin var á veg av Hálsi í Havn oman eftir Ringvegnum Yviri við Strond. Treylarin skuldi oman á bryggjuna, haðani hann skuldi við Smyrli til Suðuroyar.
Men í rundkoyringini niðri við havnarlagið, brotnaði treylarin trumlaði inn yvir gongubreytina.
Var fólk til staðar á gongubreytini høvdu tey rætt og slætt ongan møguleika havt fyri bjarging, tí so høvdu tey fingið treylaran á seg og tað hevði ongin sloppið livandi frá.
Men lukkutíð var ongin stadddur á gongubreytini akkurát tá og sostatt slapst undan enn eini vanlukku.
Løgreglan sigur, at tað er staðfest, at førarin hevði ikki skyldina av óhappinum, tí hann hevði gjørt, sum hann skuldi.
Hinvegin er tað staðfest, at talan var um eitt tekniskt brek, sum førarin onki kundi gera við.
- Tað, sum hendi, var, at treylarin leyp upp úr lásinum á forvogninum og endaði yviri á gongubreytini, har hann skoraði seg fasyan upp í garðin.
- Onkursvegna sveik lásið, so at treylarin leyp upp úr mekanismuni og trumlaði yvir á gongubreytina, leggur hann afturat.
Løgreglan sigur, at tað kundi eisini hugsast, at lásið á forvogninum brotnaði, tá ið treylarin kom koyrandi við ferð eftir ringvegnum og so kundi hann rakt mótkoyrandi bilar og eisini tað kundi elvt til vanlukku.