Tveir næmingar úr skúlanum við Løkin í Runavík hava seinastu tíðina verið í starvsvenjing umborð á Tróndi í Gøtu. Næmingarnir eru Ingvar Hansen og Albert R. Johannesen.
Hetta skrivar www.vardin.fo, sum eigur skipið, á síni heimasíðu, har eisini nakrar myndir eru tengdar upp í greinastubban.
Við Tróndi í Gøtu eru næmingarnir slopnir at royna seg ymsastaðni umborð.
Portalurin hevur loyvt sær at endurprenta myndirnar niðanfyri.









