11. januar 2024 klokkan 17 verður søguliga løtan í Berlin. Tá spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrsta landsdystin nakrantíð í einum endaspæli.
Mótstøðuliðið hjá Føroyum í tí fyrsta dystinum í innleiðandi EM-bólki D verður Slovenia.
Uroš Zorman, landsliðsvenjari hjá Slovenia hevur tikið út hesar leikararnar:
Málverjar: Klemen Ferlin , Urban Lesjak og Miljan Vujović
Vinstru vengur: Gašper Marguč og Domen Novak
Høgru vengur: Staš Slatinek Jovičić , Tilen Kodrin og Tadej Mazej
Bakkar: Nik Henigman , Borut Mačkovšek , Aleks Vlah , Dean Bombač , Rok Ovniček , Miha Zare Cerabec , og Nej Tadej Kljun
Strikuspælarar: Blaž Blagotinšek , Kristjan Horžen , Matic Suholežnik og Jernej Drobež
Umframt Slovenia spæla Føroyar móti Noregi og Pólandi í innleiðandi bólki D.