Slovenia so nær við skelkin - men Spania í EM-finaluni

Ovurstóri spanski neyvleikin hvarv brádliga seinastu tíggju minuttirnar í EM-hálvfinaluni ímóti Slovenia - men hepnið og Dujshbaev vóru við Spania at enda

Spania og Slovenia fingu ikki góða tíð at hita upp til sína EM-hálvfinalu vegna drúgva og øgiliga stríðið í fyrru hálvfinaluni. Liðini bæði ynsktu at útseta sín dyst ein tíma, men tey fingu bert tíggju minuttir.

Og tað var um reppið, at eisini seinna hálvfinalan skuldi avgerast við longdari leiktíð, men í seinastu sekundum avgjørdi Spania dystin til 34-32 og kundi fara í EM-finaluna, eins og alt hevði bent á meginpartin av dystinum.

Sí eisini:

Dupult longd leiktíð: Kroatia í EM-finaluni eftir ársins hondbóltsdyst!

Eftir at verjustríð eyðkendi fyrru hálvfinaluna ímillum Kroatia og Norra, fingu tey, ið eftir vóru í høllini í Stokkhólmi nú eina ørgrynnu av málum.

Ráðandi sponsku Evropameistararnir vóru stórfavorittar ímóti Slovenia, og serfrøðin mundi vænta, at Spania skuldi gerast fyrsta tjóðin at vinna EM tvær ferðir á rað, síðani Svøríki í 2002.

Tá ráddi Ljubomir Vranjes fyri borgum á svensku miðjuni. Nú var hann venjari á slovenska sensasjónsliðnum.

Tað leikaði javnt á. Spania møtti sum vant við sera royndu og sterku miðverjuni, 36 ára gamla Viran Morros og 35 ára gamla Gedeon Guardiola.

Teir skuldu stríðast við kviku slovensku spælskipararnar, Miha Zarabec og Dean Bombac, umframt stórskjúttan á høgra bakki, Jure Dolenec, og øgiliga strikuleikaran, Blaz Blagotinsek.

Søgan var hin sama í hinum endanum. Slovenska verjan skuldi steðga legenduni á strikuni, 37 ára gamla Julen Aguinagalde, sum fekk stuðul í bakk-ketuni av 38 ára gamla Raúl Entrerríos, 27 ára gamla Alex Dujshbaev og 36 ára gamla Daniel Sarmiento.

Ovurstórur spanskur neyvleiki

Og spanska álopið var ikki so at hava við at gera. Royndu ráðandi Evropameistararnir vóru skilagóðir og høvdu púrasta tamarhaldið á dystinum. Tað tóktist onkuntíð at ganga seint fyri seg, men altíð kom møguleikin í røttu tíðini, og bólturin var ongantíð mistur.

Slovenia fylgdi leingi við, men um miðjan fyrra hálvleik fekk spanska verjan – og Gonzalo Pérez de Vargas í málinum fatur á slovenska álopinum.

Bóltar vórðu vunnir, og brádliga vaks munurin.

Fyrst úr 8-8 til 11-8. Slovenska álopið fótaði sær og varðveitti munin eina løtu. Munurin var á fýra málum ein minutt fyri hálvleik, tá ið spanska verjan aftur vann bóltin og kundi seta eitt seinasta álop í gongd áðrenn steðgin.

Og tað var framúr væl avgreitt við einum bólti upp í loft inn um verjuna, sum superveteranurin, Raul Entrerrios kom flúgvandi inn í og setti trygt í netið.

20-15 til Spania við steðgin.

Ongin sponsk mistøk

Tølini fyri fyrra hálvleik søgdu alt. Spania hevði bert mist bóltin tvær ferðir, meðan Slovenia hevði mist bóltin níggju ferðir – aloftast við spanskari revsing løtuna eftir.

Spania varðveitti tamarhaldið í seinna hálvleiki, hóast nakrar slovenskar bjargingar minkaðu nakað um munin.

Spania vardi í 5-1-skipan, og hepnaðist ofta við at fáa slovensku Dean Bombac burtur frá. Slovenia hevði kortini fitt av loysnum, nýtti kvikleikan til at spæla seg til møguleikar, og tá ið Klemen Ferlin í slovenska málinum fann fleiri bjargingar, eydnaðist at minka um munin niður í trý mál miðskeiðis í seinna hálvleiki.

26-23 til Spania við 16 minuttum eftir.

Slovenia nærkast - men ikki nóg mikið

Við einum trettan minuttum eftir hevði Slovenia møguleikan at minka niður í tvey mál, men Peres de Vargas var púra yvirlegin og loftaði skotinum av vinstra bakki. Og so økti Spania aftur upp í fýra.

Slovenia fekk ein góðan møguleika at nærkast enn meira, tá ið spaniumenn fingu eina heldur býtta útvísing, men løtuna seinni fekk Slovenia eina upp aftur býttari av slagnum. Tað var fyri at onkur hevði leikað ov nógv í á slovenska bonkinum.

Slovenia helt kortini fast um munin við uppaftur fleiri bjargingum – hesaferð við málverjanum, Urh Kastelic.

Men tíðin gekk, og tey fýra málini á muni gjørdust sjáldan færri.

Serliga sigandi var støðan, tá ið Slovenia valdi at spæla uttan málverja – og tað eisini bragdaði burturúr væl í álopinum – men ovurneyvu spaniumenninir settu bóltin so dygst í tóma málið frá miðjuni.

Sponsk mistøk byrja

Við fimm minuttum eftir hevði Slovenia aftur møguleikan at minka niður í trý mál eftir eitt sjáldsamt spanskt mistak. Men bólturin var tveittur burtur. Í næsta álopinum endurtók støðan seg púrasta.

Slovenia fær hol á

Tað tóktist ógjørligt, nú klokkan vísti fýra minuttir eftir. Men við enn einari bjarging frá Kastelic eydnaðist tað í triðju royndini slovenum at minka niður í 32-29. Tríggir og ein hálvur minuttur eftir.

Og enn einaferð!

Nú tveittu spaniumenn bóltin burtur fjórðu ferð á rað, og so var støðan brádliga 32-30 til Spania. Tríggir minuttir eftir, og burtur úr ongum var spenningur komin í dystin.

Spania tók time-out, og fekk endiliga mál aftur við frálíkum máli frá Alex Dusjhbaev, men í hinum endanum svaraði lítli kviki Zarabec til 33-31 við fantastiskari fintu.

Og so fór fyrr so lýtaleysa spanska álopið at gerast sera lýtið. Slovenska 5-1 verjan vann bóltin, og Barcelona-bakkurin hjá Slovenia, Jure Dolenec, høgdi bóltin inn um liðfelagan í spanska málinum og so var bert 33-32 til Spania. Ein minuttur eftir.

Dujshbaev við undirhondini

Og slovenska verjan helt fram. Spania tóktist ikki at hava nakran møguleika og drálaði. Slovenar skrálaðu eftir dómarunum um at døma drál, men klokkan gekk. Í seinastu sekundunum var tað spanska stjørnan á høgra bakki, Alex Dusjhbaev, sum aftur tók ábyrgdina. Undir stórum trýsti breitt á høgra bakki, høgdi hann eitt gróthart undirhondsskot inn til 34-32, og so slapp Spania við skrekkinum.

Upp á tíggju minuttir hevði Spania mist tað tamarhaldið, sum hevur valdað síðani allarfyrsta dystin hetta endaspælið. Bert einaferð hava vit sæð hetta áður. Tað var fyrradagin, tá ið Kroatia stjól trý mál seinastu løtuna og javnaði til 22-22.

Kroatia og Spania spæla EM-finaluna sunnudagin klokkan 15.30.