Tað er nú punktum sett fyri stríðnum um dystin millum KÍ og Slovan Bratislava í 1. umfari í Champions League. Slovan Bratislava úr Slovakia kom tvær ferðir við koronaraktum hópi til Føroya, og endaði við at tapa dystin.
Í besta Donald Trump stíli hevur Ivan Kmotrík Jr, virkandi stjóri í felagnum og ein umstríddur maður í Slovakia, ákært føroysku myndugleikarnar fyri svik og snýt. Hann heldur fyri, at hetta er alt ein roynd at fáa KÍ víðari.
Slovan Bratislava fór enntá víðari til Ítróttardómstólin í Sveis, sum er hægsti myndugleiki í ítróttarheiminum, við málinum. Heldur ikki her fingu Ivan Kmotrík Jr og Slovan Bratislava viðhald. Fyri at seta punktum í hesum málinum sigur Ivan Kmotrík Jr seg hava endaligt prógv fyri, at talan er um svik og snýt.
- Fysioterateupurin, sum føroysku myndugleikarnir staðfestu positivan, hevur ikki mótevni til Covid-19 í kroppinum. Okkara mistankar um koronaroyndirnar í Føroyum eru hervið staðfestar, sigur Ivan Kmotrík Jr, sum verður lýstur sum ein ”gangstari” og er dømdur fyri at gera Nazi-heilsan eftir ein dystin.
Aftur í Slovakia
Fysioterapeuturin, sum kom við fyrra ferðalagnum, og spælarin, ið bleiv testaður positivur fyri Covid-19, sum kom við seinna flogfarinum, eru nú aftur í Slovakia eftir tvær vikur í sóttarhaldi í Føroyum.
Ivan Kmotrík Jr sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá Slovan Bratislava, at fysioterapeuturin hevur verið til kanningar á góðkendari kanningarstovu. Her vísa úrslitini, at fysioterapeuturin einki mótevni til Covid-19 hevur í kroppinum.
- Vit vita væl, at sjálvt slík prógv ikki broyta avgerðina hjá UEFA, men vit halda tað er týdningarmikið at leggja so týdningarmikla informatión fram. Vit halda okkum av røttum at hava verið fyri vanbýti. Tað er harmligt, at vit taptu í Champions League uttan at hava gjørt nakað galið, sigur Ivan Kmotrík Jr.
Eftirfylgjandi hevur KÍ spælt móti Young Boys í Sveis og tapti 3-1. KÍ skal nú spæla móti vinnaranum av Connah's Quay Nomads úr Wales og Dinamo Tbilisi úr Georgia í 3. umfari í Europa League. Slovan Bratislava skal í 2. umfari í Europa League spæla móti KuPS úr Finnlandi.












