Sløk 94 tons á uppboðssølu

Samanlagdi miðalprísurin á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var 17,43 krónur fyri kilo.

Sløk 94 tons av fiski vórðu seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun fyri stívliga 1,6 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 17,43 krónur fyri kilo. 

 

Størstu einstøku nøgdirnar á uppboðssøluni í morgun vóru havtaska og toskur, og síðan hýsa, kongafiskur og longa.

 

Nøgdirnar av toski 3 og toski 4 vóru tær størstu, ávikavist 12,8 og 10,2 tons, sum fóru fyri miðalprísin 18,13 og 13,80 fyri kilo. Stívliga 3 tons vóru av toski 1, sum fóru fyri miðalprísin 21,06 kónur fyri kilo.

 

Av hýsu vóru tað serliga hýsa 2 og hýsa 3, ávikavist 7,3 og 3,9 tons, sum fóru fyri 14,53 og 13,40 krónur fyri kilo.

 

Tey umleið 26 tonsini av havtasku fóru fyri ein miðalprís, sum lá á sløkum 27 krónum fyri kilo - ella millum 26,75 og 26,83 krónur fyri kilo.

 

Stívliga 5,2 tons vóru av kongafiski 2, og her var miðalprísurin 9,70. Fyri smærru nøgdirnar av kongafiski lá miðalprísurin úr 4,34 upp í 8,78 krónur fyri kilo.

 

Eini sjey tons vóru av longu, og her lá miðalprísurin beint undir 11 krónur fyri kilo.