Slitið men sterkt

Hóast føroyska liðið var merkt av harða dystinum í Beograd, so megnaðu spælararnir at toga seg upp til enn eitt stríðsavrik, har útfallini vóru sera smá

Fótbóltur

 

1. Jákup Mikkelsen, KÍ (59 dystir/0 mál)

Ábyrgdin sum føroyskur landsliðsmálverji er stór, um okkara menn skulu hava líkinda úrslit. Og hesa ábyrgdina bar Jákup væl. Málið fekk hann ikki gjørt stórvegis við, men í trimum øðrum førum vórðu stórbjargingar togaðar fram í trongdum støðum. Var serstakliga tryggur við mongu rumensku innleggini, og sýndi sjálvandi eisini vanliga tryggleikan í spælinum við beinunum.

 

2. Pætur Dam Jacobsen, Skála (1/0)

Varð hasti-innkallaður til hópin, og fyrstu tíðina tóktust nervarnir hava sítt at siga hjá debutantinum. Mentist tó nógv fyri steðgin, har hann eisini ruddaði væl upp. Eftir steðgin kom hann tó ofta á millumhond, tá rumenar í fleiri førum megnaðu at spæla í bakrúmið, tá bakkurin var ov langt inni í vøllinum.

 

3. Johan Troest Davidsen, NSÍ (7/0)

Var ikki heilt so stinnur sum í Beograd, har mótstøðumaðurin mest sum ikki sá baklinjuna. Hesa ferð eydnaðist fakrar ferðir hjá Cocis at koma til baklinjuna, men aloftast megnaði Johan at kroysta veingin somikið, at kvaliteturin ikki gjørdist tann heilt stóri í innleggunum. Var kanska nakað slitin eftir dystin í Beograd, og kundi verið hvassari, tá Cocis skoraði, men hevur longu vunnið sær status sum lyklaspælari á liðnum.

 

4. Atli Danielsen, Frem (28/0)

Var í nógvum nærdystum á miðvøllinum, har hann tó rúgvaði væl upp. Tað merkti tó eisini, at orkan ikki altíð var til at hugsa seg so øgiliga væl um í avspælinum, og tí varð bólturin ofta tveittur burtur óneyðuga skjótt. Framdi tó eitt megnar arbeiðsavrik, sum avgjørt dróg pílin rætta vegin.

 

5. Jón Rói Jacobsen, Frem (33/0)

Var aftur hesa ferð ein brandur í føroysku miðverjuni. Bjargaði ta einu ferðina 102% møguleika hjá Niculae á strikuni, og stóð annars mest sum hvørja ferð á rætta stað í verjupartinum. Skjótleikin og kropsstyrkin gera eisini, at hann sjáldan verður runnin av í verjupartinum. Hevur eisini ment seg nógv í luftspælinum, har bólturin aloftast varð ruddaður væl av vandaleið.

 

8. Mikkjal Thomassen, EB/Streymur (12/0)

Við eymu hælsinuni í huga var hann kanska tann spælarin, sum var mest merktur av strævnu uppgávuni í Beograd. Tað var tó imponerandi at síggja, hvussu Mikkjal sjálvt við niðursettari ferð megnar at stýra føroyska trýstinum. Og hóast hann í løtum hevði heldur ókonsentreraðar sendingar, so kom stórur partur av tí, sum føroyingar skaptu, umvegis hansara føtur. Fekk eitt heldur býtt gult kort, tá hann var dekan ov íðin at draga ferðina úr dystinum.

 

9. Jákup á Borg, B36 (56/2)

Sýndi fínar sjónleikagávur, tá sorin Ghionea slongdi armin ov langt aftur, og vann tí føroyska liðnum ein fyrimun, sum tíverri ikki varð gagnnýttur betur. Hevur royndirnar á landsliðnum, og vísti eisini fleiri ferðir vilja og dirvi til at fáa føroyska spælið at koyra, tá vit vunnu bóltin. Opnaði kanska høgra borð ov nógv eftir rumensku skoringina, tá hann royndi at flyta liðið niðan. Men álopsídni var eisini um at geva úrslit, tá hann bara manglaði sentimetrar í veruliga at tackla rumenska málverjan.

 

10. Christian Høgni Jacobsen, AB (44/2)

Varð eins og restin av liðnum trýstur langt aftur á vøllin fyrsta tíman av dystinum. Prógvaði tó í løtum, at hann hevur skjótleikan til at bjóða mótstøðumonnunum av, eins orkan eisini var til at taka nakrar djúpar túrar. Hevði størsta føroyska møguleikan, tá hann fangaði afturlegging frá trýstum mótstøðumanni, men vinkulin gjørdist spískur, og tí megnaði málverjin at fáa kroppin fyri.

 

11. Símun Samuelsen, Keflavík (20/1)

Hevur teir báðar seinastu landsdystirnar prógva tær dygdir á landsliðnum, sum hann støðugt hevur sýnt í Keflavík. Byrjaði eisini at taka ábyrgd sum ein av teimum, sum lyfti liðfelagarnar, og tað ber boð um eitt yvirskot, sum vit ikki hava sæð frá vágbinginum áður í landsliðshøpi. Kann tó enn betra seg, tá veljast skal millum innlegg ella dribling.

 

12. Andrew av Fløtum, HB (31/1)

Móti væl vaksnu miðverjunum vóru fortreytirnar hjá einum einsamøllum áleypara serstakliga truplar. Í verjupartinum tók Andrew tó íðin lut, og hóast hetta í løtum merkti, at hann ikki var komin niðanaftur, tá føroyingar fingu tamarhald á bóltinum, so var hetta við til at avlasta føroyska miðvøllin.

 

15. Egil á Bø, EB/Streymur (3/0)

Hevur eina deiliga langa tá, ið mest sum altíð skavar bóltarnar burtur, tá tað leikar harðast á. Og er eisini stinnur í luftspælinum. Hevur hartil tann eginleika, at hann ger ikki tingini truplari, enn tey eru, og tí tykist tað vera so hampuliga líkamikið, um tað við EB/Streymi móti Skála ella Føroyum móti Serbia ella Rumenia, at spælt verður.

 

13. Bartal Eliasen, ÍF (5/0)

Kom inn sum áleypari seinastu løtuna, tá loftrúmið skuldi hóttast, men tíðin at meta um avrikið var ov lítil.

 

14. Bogi Løkin, NSÍ (3/0)

Fekk seinastu 12 minuttirnar á vøllinum, og arbeiddi aftur hesa ferð fyri sakini. Var upphavsmaður til møguleikan, sum Christian Høgni var um reppið at skora uppá.

 

17. Andreas Lava Olsen, Víkingur (2/0)

Fekk gott korter á vøllinum, og fekk í brotum víst stóra potentialið. Snaraði ta einu ferðina fikst mótstøðumann av sær, men fekk ikki bóltin aftur í tómrúmið, sum stóðst av hesum.