Tað stendur einki til við kvinnuumboðan í føroyskum politikki. Bara 24 prosent av tingfólkunum eru kvinnur og 0 prosent í landsstýrinum. Tað vístu tey á í TV Avísini á, og at kvinnuumboðanin er munandi verri í Føroyum enn í hinum Norðurlondum. Í nýggja Fólkatinginum eru til samanberingar 44 prosent kvinnur.
Føroyar hava lægstu kvinnuumboðan í øllum Norðanlondum.
TV Avísin hitti Eyðdis Hartmann Nicalsen úr Sambandsflokkinum og Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen úr Tjóðveldi, sum báðar søgdu sína hugsan um, hví kvinnur eiga at blanda seg upp í politikk. Eyðdis Hartman Niclasen segði, at hon eisini var áhugað í einum landsstýrissessi, og hon hevði hug á Uttanríkisráðnum ella Vinnu- og umhvørvismálaráðnum.
##med2##
Tað hevur fleiri ferðir verið funnist at Bárði Nielsen fyri at hava so vánaliga kvinnuumboðan í landsstýrinum. Har var bara ein kvinna, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum legði sessin frá sær fyri at trýsta Anniku Olsen úr Løgtinginum, og harvið fingu vit fyrsta slipsalandsstýri í 18 ár – nakar sum fá mundu halda kundi bera til í 2022. Men tað fingu vit, og síðani á jólum í fjør hevur eingin kvinna sitið í landsstýrinum.
TV avísin frá í gjárkvøldið kann síggjast her: https://www.dr.dk/drtv/se/tv-avisen_-dansk-vm_exit-efter-historisk-daarlig-praestation_352928 (Innslagið sæst 17:33 minuttir inni í sendingini).