Løgreglutíðindi
Leygarkvøldið vórðu tvey mál um harðskap fráboðað løgregluni í Runavík. Bæði málini fóru fram í ítróttarhøllini í Runavík, har dansur var í sambandi við Eystanstevnuna.
Ein maður varð sligin í høvdið við eini fløsku og fekk tí skaða í høvdið. Annar maður varð sligin niður og breyt eina tonn. Løgreglan kannar bæði málini í løtuni.
Annars hevði løgreglufólkið nógv meira um at vera um vikuskiftið enn vant vegna Eystanstevnuna.









