Endurgjaldskrav
Tað eru nú nógv ár síðani at Jákup Mørkøre varð sagdur úr starvi sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Tað var í januar í 2000, at Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýrismaður í heilsumálum, gjørdi av at siga Jákup Mørkøre úr starvi sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, tí hon metti, at hann hevði verið bæði ólýðin og óloyalur móti politisku skipanini.
Ein onnur orsøk var, at hann var óegnaður at vera leiðari fyri Landsjúkrahúsinum. Ein triðja uppsagnargrund var, at Jákup Mørkøre hevði ikki evnini at samskifta við tey, hann skuldi samskifta við, eitt nú álitisfólk, fakfeløg o.s.fr. og tí skapti hann ótryggleika
Síðani hevur málið bylgjað aftur og fram ímillum sakførarar og dómsvaldið.
Men morgun tykist sum at eitt endaligt punktum varð sett fyri sakini.
Jákup Mørkøre hevði stevnt Almanna og heilsumálaráðnum eftir endurgjaldi upp á slakar 200.000 krónur.
Men beint áðrenn málið skuldi viðgerðast í rættinum í gjáramorgunin, komu boð frá Christiani Andreasen, sakførarar hjá Jákupi Mørkøre, um, at teir tóku sakina aftur.
Sostatt er málið nú endaliga avgjørt, tí nú er tað meiri enn fimm ára gamalt og er sostatt fallið fyri fyrningarfreistini.
Triðju ferð
Hetta er annars triðja sakarmálið, sum Jákup Mørkøre hevur reist í sambandi við uppsagnina. Upprunaliga stevndi hann Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing fyri at hava kallað hann ólýdnan og óloyalan o.s.fr., men tað málið tapti hann, helst tí hann sjálvur var við til at breiða uppsagnargrundina út.
Síðani stevndi hann eftir endurgjaldi fyri at verða sagdur ólógliga úr starvi.
Og tað málið vann hann.
Rætturin metti, at uppsøgnin var ólóglig og tá varð heilsumálaráðið dømt at rinda honum 60.000 krónur í endurgjaldi, og harumframt mátti ráðið rinda 40.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Samstundis staðfesti Føroya Rættur, at skuldsetingin var ógrundað um, at hann hevði verið ólýðin, óloyalur, óegnaður og ikki dugdi at samskifta.
Men hetta triðja sakarmálið varð sostatt tikið aftur í morgun og við hesum er helst endaligt punktum sett í málinum.