“Undirvísing verður ikki í øllum verandi skúlabygningum”.
Soleiðis verður tikið til í einum uppskoti, sum Helena Dam á Neystabø hevur lagt seinastu hond sína á, til tess at broyta fólkaskúlalógina og skipa landið í skúlaøki.
Endamálið við broytingunum er at útvega landsstýriskvinnuni í skúlanum heimild til at fara undir eina tilgongd at broyta skúlabygnaðin, soleiðis at skúlarnir kunnu verða skipaðir í størri skúlaeindir.
Hetta skal gerast í samstarvi við kommunurnar, men tann stóri spurningurin er, hvat kanska einamest tær smærru kommunurnar fara at siga til hetta.
Men tað er heldur ikki vist, at tað verður ein lættari avgerð at taka hjá teimum størru kommunum, sum borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu ger greitt aðrastaðni á síðuni.
Hon varar sjálv av einum stórum býi og fleiri smærri bygdum og bygdarskúlum, eitt nú í Mikladali og Árnafirði.
Lagt er í øllum førum upp til tjak um hetta málið, sum fyri næmingarnar og foreldur teirra fer at hava stóra ávirkan á skúlaflutningin og uttan iva eisini skúlagongdina.
Elvan til tjak
- Verða broytingarnar samtyktar í tinginum, skulu kommunurnar áðrenn 1. januar komandi ár hava stungið út í kortið, hvussu skúlabygnaðurin skal verða í teirra øki, - ikki bara innan kommunumark, men í økinum, upplýsir Olaus Jespersen fyri Skúlablaðnum.
Ein av stóru broytingunum í uppskotinum er, tá talan er um játtanina til fólkaskúlan. Her verður tað so, at frá skúlaárinum 2011-2012 verður játtanin ikki til tann einstaka skúlan, men til skúlaøkini, sum síðan býta læraratímarnar út í skúlarnar.
Tað verða uttan iva hesar broytingarnar sum fara at elva til mest tjak:
Í fyrsta lagi tí, at úrslitið kann verða, at undirvísing ikki verður í øllum skúlum kring landið.
Í øðrum lagi verður tað neyvan lætt hjá bygdaráðum og býráðum at taka avgerð um, hvør skúli í teirra øki skal lata aftur.
Innan verandi karmar
Eitt dømi um eina kommunu, har hetta verður aktuelt er Kunoyar kommuna.
Her eru tvær bygdir og tveir bygdaskúlar – annar í Haraldsundi við seks næmingum og hin í Kunoy við fimm næmingum. Millum bygdirnar er ein góður og breiður tunnil, og tí er í roynd og veru eingin forðing fyri at næmingarnir kunnu verða fluttir í ein og sama skúla.
Landsstýriskvinnan hevur somuleiðis verið frammi og sagt, at niðurlegging av skúlum kann merkja umskipan av skúlanum, soleiðis at annað skúlavirksemi enn tað sum er nú, verður í skúlunum.
Verða broytingarnar framdar, soleiðis sum landsstýriskvinnan leggur upp til, fer fitt av pengum at verða leysgivið. Men hvussu kunnu vit tryggja okkum, at hesir pengar verða verandi í skúlaskipaninum og ikki verða brúktir til annað?
Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at pengarnir kunnu m.a. verða brúktir til námsfrøðiligar uppgávur sum økta tvílæraraskipan í byrjanarundirvísingini, skipan og menning av lesivegleiðara- og serlærararáðgeving, fjøltáttaða eftirútbúgving, fleiri NSR-tænastur og annað.
- Soleiðis sum fíggjarútlitini eru í dag, kunnu vit ikki rokna við, at fólkaskúlin næstu nógvu árini fær størri játtan at ráða yvir. Tískil skal játtanin til tað ymiska, ið ætlanin er at fara undir, finnast innan verandi karmar, slær Olaus Jespersen fast.
Ganga saman í skúlasambond
Verður uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan samtykt, fær landsstýriskvinnan heimild at fara undir samráðingar við kommunur um at ganga saman í skúlasambond.
Hesi skulu so heilt ella lutvíst skipa síni viðurskifti í felags skúlaøki, sum samsvara við tær eindir, sum ásettar eru í løgtingslógini frá februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.
Um so er, at kommunurnar í skúlaøkinum ikki semjast um eina avtalu um skúlasamstarv í seinasta lagi 1. januar 2011, ásetur landsstýrisfólkið við virknaði frá 1. august 2011 í hvørjum skúlum í økinum, undirvísing skal verða. Reglurnar um fólkaatkvøðu í sambandi við, at kommunalur skúli verður lagdur niður, verða sostatt avtiknar.
- Alt verður ikki bara gott
- Tað er í fínasta slag, at bygnaðurin í fólkaskúlanum verður settur á dagsskránna. Men eg beri kortini ótta fyri avleiðingunum av at niðurleggja teir smærru skúlarnar, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík
Klaksvík: - Tað er heilt víst tørvur á bæði broytingum og dagføringum í skúlanum, slær borgarstjórin fast.
Men tað eru kortini fleiri viðurskifti í uppskotinum, sum fáa hana at óttast:
Tær rættiliga avgjørdu útsagnirnar um at alt verður so gott, um vit bara niðurleggja teir lítlu skúlarnar, tí teir eru alt ov dýrir.
- Hetta er eitt ógvuliga eintáttað sjónarmið, sigur Gunvá við Keldu sambært Skúlablaðnum.
Hon vísir á, at tað er nógv annað, sum veruliga kostar pengar, tá hugsað verður um, at landið árliga játtar meiri enn 300 mió krónur til fólkaskúlan.
Eitt millumlið aftrat
Eitt annað sum órógvar Gunvá við Keldu er, at kommunurnar nú skulu gjalda meiri fyri minni ávirkan.
- Hetta er ongantíð eitt gott útgangsstøði í einum kjaki. Serliga tá ein hugsar um, at landsstýrið fær ógvuliga lætt spæl, um tey megna at strika greinina, sum sigur, at fólkaatkvøða skal haldast um ein skúli skal niðurleggjast. Hetta skerjir fólkaræðið, slær borgarstjórin í næststørstu kommunu okkara fast.
Royndirnar vísa, at bestu úrslitini verða nádd, tá ið ein og sami myndugleiki hevur fulla ábyrgd og heimildir á einum málsøki.
Sambært Gunvá livir hetta uppskotið altso ikki upp til henda málsetningin, og tí er vandi fyri, at fólkaskúlin framhaldandi verður eitt býtisbarn.
- Verður fólkaskúlin skipaður í øki undir landsstýrinum, heldur enn hjá kommununum, so fer tað at flyta skúlan longri burtur frá fólkaræðinum, tí fleiri millumlið koma ímillum skúlan og borgaran, sigur Gunvá við Keldu.










