Í 1982 var Spania vertsland í HM-endaspælinum, sum var hetta árið. Í EM-endaspælinum, sum var í Fraklandi í 1984 eydnaðist tað Spania at vinna seg í finaluna ímóti Fraklandi, sum vann 2-0. Síðani 1984 hevur gingið soleiðis hjá Spania. Liðið er sligið út, aftaná nevndu umfør:
1986: Fjórðingsfinalan
1988: Bólkaspælið
1990: 1/8 finalan
1992: Ikki við
1994: Fjórðingsfinalan
1996: Fjórðingsfinalan
1998: Bólkaspælið
2000: Fjórðingsfinalan
2002: Fjórðingsfinalan
2004: Bólkaspælið
2006: 1/8 finalan
2008: Hálvfinalan (??)
Spaniumenn vóna, at hetta verður kvøldið, tá teir sleppa av við kompleksið hjá sær. Spania vann 4-1 á Russlandi í bólkaspælinum, men mangt kann umskapast uppá 2-3 vikur. Serfrøðingar vænta ein javnan og spennandi dyst hesaferð. Vónin er, at bæði liðini leggja nógv fyri í tí offensiva partinum, og geva okkum eitt brak av einum dysti. Dysturin byrjar kl. 19.45 í kvøld










