- Tað er so knívskorið. Tað letur seg heilt einfalt ikki gera, at sleppa í dialysu í Føroyum, og tí sleppi eg heldur ikki heim til Føroya aftur.
Tað er syrgiligi veruleikin hjá Jógvan Petur Hentze úr Skopun.
Síðani hann fekk staðfest nýrasjúku fyri skjótt fýra árum síðani, hevur hann verið noyddur at verið í dialysu tríggjar ferðir um vikuna.
- Eg eri í dialysi mánadag, mikudag og fríggjadag, og tað tekur fimm tímar hvørja ferð. Tað er til at liva við, og at byrja við var tað heldur eingin trupulleiki, tá vit vóru í Føroyum og vitjaðu, sigur Jógvan Petur Hentze.
Men seinastu tíðina er so nógv spart á Landssjúkrahúsinum, at bert tríggjar av fimm dialysumaskinum eru í brúk.
- Tað er starvsfólkið, ið er spart burtur. Tað, sum eg fái at vita, er, at skorið er so mikið nógv burtur, at tað bert eru starvsfólk til teir sjúklingar, ið ganga til regluliga dialysu í Føroyum, sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann sigur, at hann fleiri ferðir hevur tosað við Landssjúkrahúsið, og við yvirlæknan á deildini, men har fær hann at vita, at har er einki starvsfólk at taka sær av honum.
- Hetta er ein nýggjur trupulleiki, tí ta fyrstu tíðina, at eg gjørdist sjúkur og mátti hava dialysuviðgerð, var altíð leyst og liðugt, tá eg kom til Føroya. Men nú hevur pípan so fingið eitt annað ljóð, sigur Jógvan Petur Hentze, ið til dagliga býr í Horne á Jútlandi í Danmark.
Ongan føðingardag
Tað byrjaði sum nevnt fyri tveimum árum síðani, tá trupulleikar stungu seg upp í sambandi við vitjan í Føroyum.
- Fyrr høvdu teir fýra dialysumaskinur á Landssjúkrahúsinum, í dag hava tey fimm. Kortini verða bert tríggjar nýttar í dag, sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann sigur, at tað hevur einki við maskinur, nálir ella aðra útgerð at gera.
- Eg havi bjóðað mær at taka bæði nálir og aðra útgerð við mær, men tað er ikki har, ið skógvurin trýstir. »Eg havi ongan at ansa eftir tær«, er svarið, eg fái, tá eg spyrji meg fyri, sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann er tískil fráskorin at sleppa heim til Føroya yvirhøvur.
- Tað verður eingin summarferia, eingin jólafrítíð saman við familjuni. Og nú høvdu vit sett nøsina upp eftir at sleppa heim til Føroya í sambandi við, at vermamman fyllir 85 ár 31. mai, men eisini tað má skjótast ein hvítur pílur eftir, sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann undrast á, at tá fólk, sum hann kennir, fara til Noreg at ferðast, so er bara at senda ein mail framman undan.
- So stendur alt klárt fyri teimum, tá tey koma vegin fram. Men sum føroyingur í Danmark ber ikki til at sleppa heim til Føroya at ferðast, tí ráð eru ikki at leggja okkum í dialysumaskinuna, sigur Jógvan Petur Hentze.