Sleppið politisku flokkunum

Háttvirdu landsmenn. Loyvið mær at seta fram hetta uppskot:

Vit velja Løgtingið tilvildarliga millum allar myndugar borgarar í landinum. Til dømis 32 fólk. Talið hevur ikki nógv at siga. Hetta vildi millum annað tryggjað okkum lutfalsliga umboðan av kvinnum og øðrum undirumboðaðum bólkum, men tað er tó ikki tann størsti fyrimunurin. Orkan hjá Løgtinginum kundi verið brúkt upp á at gera tað politiska arbeiðið til fulnar, heldur enn hesi spølini um val og samgongur. Viljin hjá borgaranum hevði verið betur umboðaður.

Tað hevði borið til at skift til dømis ein fjórðing av Tinginum á hvørjum ári. Hetta hevði givið stabilitet, tí løgtingsfólkini høvdu kunnað lært hvønn annan upp. Í heila tikið høvdu tingfólkini kunnað stuðlað hvønn annan í staðin fyri at kappast og intrigera.

Arbeiðið í Tinginum verður eitt fulltíðarstarv við einum fimm-seks vikum av feriu. Onkur skipan eigur at vera, fyri at borgarar, sum ikki kunnu vera fulltíðartingfólk, deilast um sess sín við aðrar, tilvildarliga valdar borgarar. Hetta vildi givið eitt skiftandi tal av tingfólkum, men tað ger onki.

Tá mál vera tikin upp, kann tað vera løgtingslimir, sum taka stig til tey. Eisini kunnu bólkar ella einstaklingar uttan fyri Løgtingið, til dømis sonevndir "politiskir flokkar" ella embætisfólk heita á Løgtingið um at taka ávíst mál upp.

Embætisfólk fyrireika mál til Tingið at taka støðu til, gera kunnandi tilfar og undirvísa tingfólkum, til dømis í løgfrøði. Hægstu embætisfólkini eru landsstýrisfólkini, og tey eru áramálssett.

Løgtingið velur løgmann. Hesin hevur fyrst og fremst somu uppgávu, sum núverandi løgtingsformaður hevur.

Tá mál av stórum týdningi eru fyri, kann Tingið leggja tey til fólkaatkvøðugreiðslu.

Fólkið fer eisini á val at velja ein forseta. Hesin hevur seremoniellar uppgávur og er fremsta ímyndin av føroyingum mótvegis útheiminum.

Onki av hesum er meint sum skemt.