Sleppast kann undan plastdálking frá spreingiarbeiði

Tað sigur nýggj norðurlendsk frágreiðing

Nýggj, norðurlendsk frágreiðing sigur, at til ber at minka útlátið av plasti frá grótspreingingum við í minsta lagi 75 prosentum.
Tað sigur Umhvørvisstovan í dag.
Átøkini, sum eru nevnd í frágreiðingini, umfata bæði betri planlegging, so tað slepst undan at nýta plastið, og uppskot til, hvussu plastið kann savnast innaftur. Plastdálkingin stavar frá spreingileiðingum og størri plastlutum, men eisini frá mikroplasti, serliga úr armeringsplasti. 
Í frágreiðingini er gjørdur ein listi yvir átøk, sum kunnu minka munandi um plastútlátið frá spreingingum. Eitt uppskot er at nýta tráðleysa, elektroniska útgerð til sjálvar spreingingarnar, heldur enn at leggja leiðingar. Hetta hevði tó verið ein dýrari loysn enn at spreingja við leiðingum, sum verður gjørt í dag. Eitt annað uppskot er at spræna vatn inni í tunlinum, eitt slag av sprinklara, so dustið, sum inniheldur mikroplast, leggur seg á tunnilsbreytina og haðani kann sílast frá, áðrenn vatnið rennur út úr tunlinum. Eitt triðja uppskot er at nýta plast, sum er tyngri enn tað, sum í dag verður nýtt, ella sum er blandað við metalli, so tað søkkur. Hetta verður hildið at vera frægari enn flótandi dálkingin, hóast tað framvegis er dálking. 

Neyðugt er at nýta bæði betri planlegging og betri arbeiðshættir, um plastútlátið skal fáast niður við teimum 75 prosentunum, sum annars væl letur seg gera, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Hav og strond-bólkinum hjá norðurlendska ráðharraráðnum.