Dómur fall í málinum móti Skálaberg í kvøld, og skal skipið rinda fimm milliónir í bót, og hald verður ikki lagt á skip, útgerð ella veiðu
Tað var ein lutvíst fegin Hanus Hansen, sum útvarpið hjá Kringvarpinum hevði í telefonini fyrr í kvøld, eftir at dómur var fallin í fimm vikurs drúgva málinum, sum russar hava ført móti Skálaberg.
- Hevði hetta verið í Føroyum, so høvdu vit sagt, at tað líktist ongum. Men hetta er nú ikki so galið, sæð í ljósinum av tí, sum hent er, segði Hanus Hansen við útvarpið.
Kortini eru teir ikki enn vísir í, um teir sleppa úr Murmansk við skipinum ? tí enn hava teir ikki fingið skipspappírini ? og tey fáa teir heldur ikki í kvøld, hava teir fingið at vita frá dómsvaldinum, tí skrivstovan, sum hevur pappírni, er stongd.
Og tí torir Hanus Hansen ikki rættiliga at gleða seg enn.
- Eg sigi einki, fyrr enn skipið er komið úr russiskum sjógvi, eg tori ikki at fegnast enn, segði Hanus Hansen. Hann vísti á, at um nú russisku myndugleikarnir aftur kunnu finna upp á at brúka ein mánað upp á okkurt, tað kundi hann ikki vera vísur í, fyrr enn hann er komin úr russiskum sjógvi.
Nógv hevur verið gitt, um russiska skipið, sum liggur í Kollafirði, kann hava ávirkað hetta málið. Til tað sigur Hanus Hansen, at okkurt nokk er sagt, tá menn hava verið heitir ? og at tað kann hava verið lagt fram sum ein samanberingarsak hjá russum.
Sigligartíðin heim er 3-4 samdøgur. Men teir verða noyddir at bunkra á vegnum, so skipið verður ikki heima jólaaftan, segði Hanus Hansen við útvarpið.
Hann heldur, at tað er positivt, at bótin nú er komin á borðið, hóast einki skil er í talinum?









