Tey, sum byggja verkløg til almannagagnlig endamál, og tey, sum byggja íbúðir til leigu, sleppa undan at rinda mvg í fýra ár afturat.
Ein skipan hevur verið galdandi hesi seinastu árini, har tey eru sloppin at rinda mvg, men hon hevði farið úr gildi nú á nýggjárinum.
Men nú hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipanin skal vera í gildi í fýra ár afturat.
Og tað taka allir flokkar á Løgtingi undir við og í morgin fer Løgtingið at samtykkja tað Sostatt verður tað galdandi til nýggjársaftan í 2019, at tey sleppa undan at rinda mvg.
Treytin er, at minst 33 prosent av tí, verklagið kostar, eru fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.
- Henda ásetingin hevur verið til stórt gagn, hesa tíðina hon hevur verið galdandi, tí hon hevur eggjað til nógvar íløgur í slíkt virksemi. Hetta fer eisini týdning í royndunum at fáa oyggjaleikirnar til Føroya aftur, sigur Kristina Háfoss.
Hvat leiguíbúðum viðvíkur, er treytin, at ein partur av íbúðunum skulu vera atkomiligar hjá fólki í koyristóli
Í hesum sambandi hava tey í frískúlanum í Havn vent sær til fíggjarnevndina, har tey hava biðið um, at tað verður nevnt í lógini, at bygningar til frískúlar eisini sleppa undan mvg, tí teir eru almannagagnligir.
Tey siga, at Taks ivast í, um frískúlar koma undir tey verkløg, sum kunnu sleppa undan mvg.
Men fíggjarnevndin hevur ikki mælt til nakrar broytingar, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, óbroytt.









