Andstøðuflokkarnir í vinnunevndini fara nú undir at skriva eitt álit um fiskivinnunýskipanina.
Fyrr í dag frættist, at samgongan umhugsaði at atkvøða álitið úr nevndini, tí andstøðan ikki metti álitið at verða klárt at fara úr nevnd og av tí sama vildu tey ikki undirskriva álitið. Tí mátti ein atkvøða til fyri at fáa álitið lagt fyri tingið.
Les eisini: Samgongan ætlar at atkvøða álitið úr vinnunevndini
Tað gjørdist tó ikki neyðugt, tí nú er andstøðan í vinnunevndini, sum eigur fýra av sjey limum í nevndini, farin undir at skriva sítt egna álit, so tað verður eitt minniluta- og eitt meirlutaálit, ið verður lagt fram.
Av tí sama er tingfundurin útsettur til klokkan 16.