Sleppa nú at brúka rognkelsi

Umhvørvisstovan hevur veitt Bakkafrost góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk á Kaldbaksfirði

Bakkafrost er ein av fyritøkunum, sum í vár hevur søkt um at fáa góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk til alibrúk síni.

 

Umhvørvisstovan skrivar á heimasíðu sínari, at Bakkafrost nú hevur fingið ískoyti um, at tú nú er loyvt hjá teimum at brúka rognkelsi sum reinsifisk í alibrúkinum á Kaldbaksfirði. Góðkenningin er fyribils galdandi til 1. mars 2016.