Bókaútgáva
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein bók verður givin út um føroyska landsliðið. Tá landsliðið í 1998 hevði 10 ár á baki í altjóða høpi, varð bók eisini skrivað um gongdina fram til tá, men hetta er so fyrsta ferðin, at bók verður skrivað serstakt um eina undankapping.
Drúgvur høvundur
Tað er útvarpsmaðurin, Súni Merkistein, sum hevur skrivað bókina, og flestum kunnugt, so er hann ikki nakar ársungi í fakinum. Síðani 1989 hevur hann fingist við ítróttin í Útvarpinum, og síðani 1996 hevur hann verið fastur frásøgumaður til kappingar av ymsum slag, sum hava verið varpaðar út.
Ein partur av hesum hevur sjálvandi verið at fylgt fótbóltslandsliðnum á dystum sínum, og við einum undantakið - 8-1 tapið fyri Jugoslavia í 1997, hevur Súni verið við til allar undankappingardystirnar hjá landsliðinum.
Væl nøgdur
Um bókina, sum nú verður givin út, sigur Súni, at avgerðin um hetta varð tikin í juli mánaði í ár.
- Hugskotið er sjálvandi nakað eldri, men endaliga avgerðin varð so tikin í summar. Sjálv skrivingin byrjaði tó ikki fyrr enn í august mánaði, tá eg hevði summarfrí, men tað kom tó ikki so nógv á skaftið fyrstu tíðina, sum eg hevði vónir um. Eftir hetta er so tað mesta av frítíðini farin til bókina, umframt at okkurt er avspákað, so tað hevur verið eitt sindur strævið.
Um endaliga úrslitið heldur høvundurin, at tað man vera á eini góðari leið.
- Sjálvandi er tað altíð okkurt, sum eg kundi hugsað mær øðrvísi ella betri. Eitt nú kundi eg ynskt mær, at meira tíð varð sett av til rættlesturin, men hinvegin kanst tú altíð blíva við við at finna onkur smávegis mistøk. Tað skuldi tó ikki verið talan um nakrar ógvusligar villur av nøkrum slag, og alt í alt eri eg væl nøgdur.
Úrslitini nógv at siga
Nú undankappingin er liðug, stendur eftir, at talan úrslitaliga hevur verið um bestu føroysku undankappingina nakran tíð. Hetta er sjálvandi eisini nakað, sum kann geva søluni av bókini eitt eyka skump, og Súni viðgongur eisini, at hann kanska hevur verið eyka spentur um úrslitini hesaferð.
- Ikki minst undan heimadystinum móti Luksemburg var eg sera spentur. Tað var jú greitt, at um vit vunnu, so høvdu vit fleiri stig, enn vit nakran tíð áður hava havt, og fyri bókina er hetta sjálvandi gott.
- Hinvegin hugsaði eg eisini, at um talan kanska gjørdist um tap, so var tað einki serligt. Kanska høvdu fólk hildið, at undankappingin var av heldur lakari slagnum, og soleiðis vent bókini ryggin. Tíbetur varð úrslitið gott, tó at hetta tók sína tíð at fáa til høldar.
Sleppa nærri landsliðnum
Um bókina sjálva er annars at siga, at talan ikki er um eina útgáva, har tað bert verður tikið saman um teir dystir, sum landsliðið hevur leikt.
Sjálvandi verða hesir nevndir í stuttum, men í nógv størri mun hevur Súni roynt at givið bókini ein persónligan dám, soleiðis at lesaran skal sleppa eitt sindur nærri landsliðnum, enn áskoðarin vanliga sleppur.
Stórur dentur verður lagdur á upplivingarnar til útidystirnar, og ikki minst fáa ferðirnar til Beograd og Moskva drúgva umrøðu. Á hesum ferðum áskoðararnir nevnliga ikki við.
Annars er bókin býtt upp í 14 partar. Teir tíggju undakappingardystirnir hava ein part hvør. Dysturin móti Danmark, sum ikki var í undankappingarhøpi, fær ein. Avboið hjá Toda og endin av samstarvinum við Allan Simonsen fáa ein, og so er fyrsti parturin av bókini settur serstakt til størstu hendingina í undankappingini.
Bókin er 256 litsíður til støddar, og er talan um hópin av myndum. Flestar av hesum hevur Álvur Haraldsen á Sosialinum tikið, og er talan í stóran mun um myndir, sum ikki hava verið á prentið áður. Repro-Z í Havn hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum.
Prísurin á bókini er ikki endaliga fastlagdur, men roknað verður við, at talan verður um knappar 300 krónur.