Sleppa ikki undan halli

KRINGVARSSTÝRIÐ Inntøkurnar hjá Kringvarpinum eru støðugt lækkaðar síðani 2007, og í dag verður roknað við, at samlaðu inntøkurnar verða fimm milliónir lægri enn fyri í 2007

Frágreiðing frá kringvarpsstýrinum

Seinasta metingin um rakstrarúrslitið hjá Kringvarpi Føroya vísir, at úrslitið við árslok helst verður eitt hall á 3,7 milliónir krónur. Orsøkin til hallið er, at inntøkurnar fyri 2012 helst verða 5 milliónir lægri enn KvF hevði væntað, har allar inntøkur svíkja – serliga spølini.
Undanfarin ár er hallið hjá Kringvarpi Føroya fíggjað við innistandandi peningaogn, sum harvið er minkað á hvørjum ári. Í fjør kom ognin niður á 3 milliónir krónur, og hetta er helst ikki nóg mikið til at røkka fyri hallinum í ár. Væntandi koma einar 700.000 krónur at resta í.
Í fjør var eitt serliga stórt inntriv í peningaognina. Hetta inntriv er ein avleiðing av, at Kringvarpið fekk nýggjan grannskoðara
Nýggi grannskoðarin heldur, at undanfarni avskrivingarháttur, sum brúktur er í sambandi við kringvarpsgjaldið, er skeivur. Áður bleiv kringvarpsgjald eldri enn fimm ár avskrivað. Nú mæla grannskoðarin og Gjaldstovan til, at kringvarpsgjaldið verður mett og avskrivað grundað á tað, sum veruliga kann væntanst at koma inn. Broytti avskrivingarhátturin hevur í 2010 og í 2011 minkað um peningaognina við trimum milliónum krónum, og í ætlanartølunum fyri 2012 við hálvari millión krónum.
Grannskoðarin mælir eisini til, at Kringvarpið í innanhýsis uppgerð hevur neyvt eftirlit við samanspardu avspákingini og feriudøgunum hjá starvsfólkunum, og at stovnurin setir pengar av ímóti hesi skuld. KvF hevur tikið hetta til eftir tektar, og hava deildirnar minkað munandi um avspákingarsaldurnar í 2012. Avleiðingin er, at úreiðslur til lønir og samsýningar eru øktar munandi.

Gongdin seinastu fimm árini
Inntøkurnar eru støðugt lækkaðar seinastu fimm árini, og í 2012 verða tær fimm milliónir krónur lægri enn í í 2007. Hetta sæst í talvuni niðanfyri og svarar til eina lækking upp á 8 prosent. Kringvarpsgjadið er hækkað við 5 milliónum krónum, men lýsingar og spøl eru lækkað við ávikavist 6 og 4 milliónum krónum.
Kostnaðir í 2012 verða 3 milliónir krónur lægri enn í 2007, og í mun til í fjør verða teir 4 milliónir krónur lægri. Tað er spart á øllum økjum, men hóast hetta sær út til, at tað fer at miseydnast Kringvarpinum at minka útreiðslurnar so skjótt, at javnvág fæst ímillum kostnað og inntøkur í 2012.

Kringvarp Føroya 2007 2012
Kringvarpsgjald 41.672.000 46.328.000
Lýsingar 12.332.000 6.703.000
Spælinntøkur 6.874.000 3.069.000
Aðrar inntøkur 803.000 38.000
Ískoytisveitingar 606.000
Inntøkur íalt 61.681.000 56.744.000
Rakstrarkostnaðir 59.705.000 56.721.000
Íløgur, rentur og avskr. 3.266.000 3.742.000
Úrslit -1.290.000 -3.719.000