Uppskotið til eina nýggja irakska grundlóg skuldi upprunaliga leggjast fyri tjóðartingið í Bagdad mánadagin, men nú er framløgufreistin longd eina viku. Tann almenna frágreiðingin er, at ein sandstormur, sum herjaði partar av Irak í síðstu viku, darvaði nevndini so nógv, at hon má fáa eina viku aftur-at til arbeiðið.
Men okkurt bendir á, at í hvussu er partar av nevndini meta uppskotið sum eina fyribilsloysn. Á vitjan í Noregi hevur varaforsætisráðharrin í tí kurdiska landspartinum sagt, at kurdarnir har norðuri í Irak fara ikki at slaka ein tumma í spurninginum um sjálvsstýri, og at málið er framvegis, at kurdarnir skulu hava sítt egna ríki.
Okkara dreymur er at fáa egið ríki, og tað er eisini okkara rættur, segði Emad Ahmed, varaforsætisráðharri, við Dagsavisen í gjár. Hann greiddi frá, at seinastu dagarnar hava stórar kravgongur verið í tí kurdiska landspartinum til frama fyri sjálvsstýri.
Emad Ahmed sigur, at kurdarnir fara at góðtaka eina grundlóg fyri alt Irak, men treytin er, at kurdarnir varðveita sítt sjálvsstýri.
Hetta er tann frægasta loysnin júst nú, og so má tað næsta ættarliðið berjast fyri egnum ríki, sigur hann.
Kurdarnir hava havt fleiri krøv undir samráðingunum um ta nýggju grundlógina. Teir vilja hava ræðið í oljubýnum Kirkuk, og teir krevja, at tað kurdiska málið skal viðurkennast sum alment má í Irakl á jøvnum føtu við arabiskt. Harafturat krevja teir at hava egnan her, sum skal vera óheftur av irakska stjórnarherinum.
Vit mugu varðveita herin. Viðurskiftini í Irak eru ikki trygg, og vit mugu verja markið fyri norðan, sigur kurdiski varaforsætisráðharrin við Dagsavisen.
Turkaland, sum hevur mark við tann kurdiska partin av Irak, skuldsetti í síðstu viku iraksku kurdarnar fyri at hava gjørt álop inn um turkiska markið. Tayiip Erdogan, forsætisráðharri, hótti tá við at senda turkiska herin inn um irakska markið, góvust kurdarnir ikki við áganginum.