Sleppa ikki í kirkju restina av árinum

Fleiri føroyingar hava fingið koronu og í grannalondunum er støðan álvarsom og tí er alt avlýst

 

Fyribils verða tað ongar gudstænastur aftur í kirkjunum kring landið. Tað hevur leiðslan í fólkakirkjuni, Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú tikið støðu til.

Tað er nakað síðani, at tað varð greitt, at ongar gudstænastur skuldu vera í gjár, jólaaftan, og í dag, jóladag. Men nú er greitt, at tað verða heldur ongin kirkjugongd í morgin, annað jóladag, og sunnudagin. Tað verður heldur eingin kirkjugongd nýggjársaftan og nýggjársdag.

– Vit hava verið í samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, nú talið av smittaðum í Føroyum er komið uppá 35, og grannalondunum er gongdin álvarsom, siga teir báðir á heimasíðuni hjá kirkjuni. Og tí er avgerðin tikin um at avlýsa allar gudstænastur um ársskiftið.

Teir leggja kortini afturat, at dópur, brúðarvígsla, jarðarferð og aðrar, kirkjuligar tænastur, kunnu vera, men tær skulu fylgja tilmælunum, sum kirkjurnar áður hava fingið um frástøðu, reinføri, tal á fólki, o.s.fr.