Næstan allir jødarnir í Ísrael eru ímóti at lata palestinum Grátimúrin í Jerusalem aftur fyri at fáa varandi frið.
Ein meiningakanning hjá stovninum Dahraf vísir, at 91 prosent av jødunum í Ísrael eru ímóti at lata palestinum Grátimúrin. Seks prosent siga seg vera til reiðar at góðtaka, at ísraelsmenn og palestinar býta eftirlitið við múrinum sínamillum. Søðan er eitt sindur øðrvísi, tá tað snýr seg um Tempulfjallið. Spurd um tað siga 36 prosent seg góðtaka, at ísraelsmenn og palestinar býta eftirlitið við fjallinum sínamillum, men 51 prosent halda, at Tempulfjallið eigur at verða verandi undir ísraelskum eftirliti.
Dahraf hevur eisini spurt, um teir ísraelsku jødarnir kunnu góðtaka, at palestinar fáa eftirlitið við grøv patriarkanna, sum er á Vestara Áarbakka. 49 prosent svaraðu, at grøvi skal verða verandi undir ísraelskum eftirliti, men 13 prosent halda, at hon eigur at verða latin palestinum at hava eftirlit við.