Sleppa ikki av við gulllaks í Føroyum

Gulllaksafiskiskapurin kemur helst at seta met í ár. Tað hevur viðrað stak væl í alt summar, og fiskiskapurin hevur eisini roynst avbera væl. Í løtuni er tað einki virki í Føroyum, sum tekur ímóti gulllaksi.

Tavan í Leirvík gavst fyri tíð síðan, tí teir høvdu nóg mikið til sáttmálan í ár. Hitt virkið, Atlantis í Vestmanna, tekur heldur ikki ímóti gulllaksi í løtuni, tí at frystigoymslurnar eru á tremur.

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landaðu gulllaks í Skotlandi fyrst í vikuni, men teir eru nú komnir aftur á fiskileið.

Vestmenningur og Fram, sum í summar eisini hava royt eftir gulllaksi, royndu seinasta túr eftir upsa, teir komu á Vestmanna í dag, tí annar báturin hevði trupulleikar við trølspølunum, teir landaðu 70000 pund í Vestmanna. Teir fara helst aftur á gulllaksaveiðu, men koma tá at landa uttanlanda.

Tað triðja gulllaksaparið, Stjørnan og Polarhav, eru enn á gulllaksaveiðu, hjá teimum hevur eisini roynst væl í summar.