Tað er nú greitt, at tíðin, tá ið tey í Mykinesi máttu baksast við oljutunnur fyri at varma í húsini, er farin
Í dag er avtala nevniliga gjørd millum Magn, Sørvágs kommunu, SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.
Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Mykinesar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húsk í bygdini.