Sleppa at síga á fyrsta sinni

Tey, ið hava hug at uppliva nakað ekstremt í morgin, fáa høvið til hetta í morgin. Tá verður nevniliga møguleiki at síga í berginum vestantil á Sandoynni.

Sandoy: - Vit fáa ofta fyrispurningar um møguleikar fyri ekstremum ítrótti í Føroyum. Tað hevur higartil verið trupult at eftirkoma hesum ynskinum.

- Men nú hava vit so gjørt okkara til at bjóða føroyingum og útlendingum ein einastandandi møguleika at kunna síga í bjørgunum her í Lonini, sigur Fríðtór Debes, leiðari á kunningarstovuni í Sandoy.

Hetta tiltakið varð roynt fyri innbodnum fyrr í mánaðinum, og fekk hetta sera góð ummæli frá teimum sum royndu hetta. Nú er ætlanin at almenningurin skal sleppa at royna hetta ekstrema, at kunna síga 300 metrar niður á einum staði tey nevna í Lonini.

Sagt verður frá góðum líkindum leygardagin, og tá verður á fyrsta sinni roynt at síga í bjørgunum saman við áhugaðum fólki.


Ganga og síga

Leygardagurin er serstakur dagur, við tað at tað verður ókeypis at sigla við Strandferðsluni. Tí verður vónað, at mong fara at leggja leiðina til Sandoynna í hesum sambandi.

Fyrireikararnir hava fyrireikað seg væl, og lagt alt til rættis, soleiðis at øll skulu fáa ein góðan túr burtur úr tí.

Ferðina byrjar á Gomlurætt fyri tey, ið koma norðanfjørðs. Tá fer báturin av Gomlurætt kl. 8:45, og í Skopun stendur bussur fyri fólki og koyrir tey tað vakra strekkið til Søltuvíkar og aftur eftir loknan túr.

Úr Søltuvík verður farið til gongu við kønum fólki, sum á teirri umleið 75 minuttir longu gonguferðini greiðir frá ymiskum viðurskiftum í oynni.Tá komið verður til staðið, har sígast skal, verður ein góður biti við føroyskum viðskera at fáa hjá fólki, afturvið einum góðum drekkamunni.

Síðani er løtan komin til teirra, ið hava hug at síga niður í Lonina. Hetta verður leitt av kønum monnum, ið hava roynt hetta mangar ferðir áður.- Tað eru kanska ikki øll, ið hætta sær at síga í Lonini. Hesi kunnu kortini fáa ein frálíkan túr, tí náttúran sjálv er bæði stórsligin og vøkur, sigur Fríðtór Debes.

Eftir at liðugt er at síga verður farið til gongu, og tekur hesin túrurin slakar 45 minuttir. Gingið verður til bussin, sum koyrir fólkið aftur til Skopunar.