Tað upplýsa advokatarnir hjá Alec Baldwin, Luke Nikas og Alex Spiro.
Ákærumyndugleikin í amerikanska statinum New Mexico váttar, at ákærurnar um óviljað manndráp ímóti Baldwin verða sleptar.
Baldwin hevur verið ákærdur fyri óviljað manndráp í málinum.
Vanlukkan hendi 21. oktober í 2021 undir upptøkunum av filminum »Rust«.
Alec Baldwin hevði eina Colt-skambyrsu, sum vísti seg at vera lødd við skørpum lóðuri.
Filmfotografurin Halyna Hutchins varð rakt av skotum og doyði.
Baldwin hevur áður sagt, at talan var um ein vanlukku, og at hann heldur, at hann ikki heldur seg hava ábyrgdina av, at Huthins doyði.
/ritzau/Reuters