Sleppa aftur at flúgva

Herfyri settu bretsku myndugleikarnir øllum bretskum flogfeløgum forboð fyri at flúgva til tveir býir í Kenya, høvuðsstaðin Nairobi og tann væl umtókta frítíðarbýin Mombasa.

Orsøkin til forboðið var óttin fyri yvirgangsatsóknum frá víðgongdum muslimskum felagsskapum, men nú sleppa bretsk flogfør aftur at flúgva til Nairobi. Flutningsmálaráðið í London sigur, at trygdarviðurskiftini eru bøtt munandi í kenyanska høvuðsstaðnum.

Hinvegin sleppa bretsk flogfør ikki at flúgva til Mombasa, tí har eru trygdarviðurskiftini framvegis ikki í lagi, men væntandi koma tey skjótt í rættlag, sigur flutningsmálaráðið í London.