Sleppa ætlan um veg oman fyri Skálafjørð

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum nú varðar av vegakervinum, skýtur upp at taka av lógina um vegaføring oman fyri bygdina Skálafjørð.

Á tingfundinum í morgin fer løgtingið at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at taka av lógina um vegaføring oman fyri Skálafjørð.  Í viðmerkingum til uppskotið sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at orsøkin til, at málið verður tikið upp, er, at galdandi verklagslóg kann forða fyri, at játtanin upp á 7,0 mió kr. kann verða brúkt til verkætlanina í ár.

 

Nýggjur vegur er gjørdur millum Skála og Strendur. Eftir er farleiðin um Skálabotn, sum ikki er dagførd og tí tarnar ferðsluni á samlaða vegastrekkinum. Henda verkætlanin snýr seg um ein umkoyringarveg um bygdina Skálabotn, sum skal bindast í landsvegin Millum Fjarða við tilhoyrandi íbinding, íbindingarvegum, rundkoyring og busssteðgiplássi.

 

Eftir løgtingslóg nr. 51 frá 11. mai 2009 um vegaføring oman fyri Skálafjørð skulu byggiútreiðslurnar til verkætlanina í mesta lagi verða 43,5 mió. kr. Verkætlanin var boðin út í novembur 2009, men annulerað, tí hon gjørdist væl dýrari enn ætlað, nevniliga 55,0 mió. kr. Tí er neyðugt at broyta verklagslógina, áðrenn farið verður undir verkætlanina.

 

Verkætlanin var aftur boðin út í ár, og vísir tað seg, at verkætlanin nú kostar 69,9 mió. kr. Í ár eru 7,0 mió. kr. játtaðar til verkætlanina, sum sambært fíggjarlógartekstinum skal brúkast til at gera nýtt busssteðgipláss/pendlarapláss og nýggja íbinding Millum Fjarða.

 

Eftir langtíðaríløguætlan landsstýrisins verður ongin peningur játtaður til vegaføringina oman fyri Skálafjørð fyrr enn í 2018.

 

– Ein møguleiki er at broyta verklagslógina fyri at fáa materiella heimild til at fara undir verkætlanina nú. Hinvegin eru bert 7,0 mió kr. játtaðar í ár til vegagerðina, og útlit eru ikki fyri, at peningurin verður játtaðar næstu árini. Verklagslógin verður eftir øllum at døma ikki aktuell fyrr enn í 2018, og er tískil ein forðan fyri, at játtanin kann brúkast í ár, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið.

 

Víðari verður sagt, at tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður í 2018, hvussu marknaðurin verður, og um talan tá verður um júst somu verkætlan.

 

– Mælt verður til at avtaka lógina um vegaføring oman fyri Skálafjørð, og at játtaða upphæddin upp á 7,0 mió. kr. verður brúkt til at gera nýtt busssteðgipláss/pendlarapláss, umframt støðið undir eini rundkoyring og nýggja íbinding Millum Fjarða.

 

Ítøkiliga verður verandi íbindingarvegur til Skálabotn bygdur norður um EFFO- støðina, til íbinding í landsvegin. Busssteðgiplássið/pendlaraplássið verður innrættað í samstarvi við EFFO. Sí hjálagt kort, sum sýnir hesa ætlan.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at hetta kann metast at vera ein sjálvstøðug verkætlan, sum betrar ferðsluumstøðurnar á staðnum. Eitt nú hjá pendlarum, sum skifta millum bil og buss á staðnum.

 

– Samanumtikið fer ferðslan til og frá vestara armi á Skálafjørðinum at ganga betur og verða tryggari, verður sagt í uppskotinum.

 

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at endurskoða verkætlanina um vegaføring oman fyri Skálafjørð fyri at gera verkætlanina bíligari.