Íslendskur stóríleggjari ridlar

Íslendska FL group, sum millum annað er stórpartaeigari í Sterling og Royal Unibrew sigst nú vera í álvarsomum fíggjarligum trupulleikum. Felagið hevur boðað frá, at ein fíggjarlig umskipan nú verður gjørd, eins og stjórin, Hannes Smárasson, er farin úr starvi. Men danskir greinarar halda, at trupulleikin langt ífrá er loystur við hesum. Lars Christensen úr Danske Bank sigur, at krossaði eigaraskapurin hjá fleiri av fíggjarligu aktørunum í íslendska búskapinum ger, at tað ber illa til at avmarka trupulleikan til eina einstaka fyritøku. – Hækkandi rentur og fallandi partabrævakursir eru eitur fyri íslendsku íløgufeløgini, hvørs virksemi byggir á pantseting í nýggjar íløgur. Tað gongur væl, so leingi sum marknaðurin hækkar í virði, men seinastu mánaðirnar hevur hetta ikki verið gongdin, sigur Lars Christensen.