Íslendskt vatn til USA

Íslendska fyritøkan Icelandic Water Holdings hevur gjørt avtalu við eina amerikanska fyritøku um at selja íslendskt drekkivatn í USA. Icelandic Water Holfings hevur eitt vatnvirki í bygdini Þorlákshöfn á Suðurlandinum og er í ferð við at byggja eitt afturat, og amerikanska avtalan fer, at starvsfólkatalið verður trífaldað, skrivar Morgunblaðið. Sambært blaðnum keypa amerikanarar drekkivatn fyri 11 mia. dollarar um árið, og sølan bara veksur.