Íslendskt kirkjukór til Føroya

Fríggjadagin kemur Kirkjukór úr Mosfellsbær í Íslandi til Føroya, her tey steðga í eina viku og fara at hava fleiri konsertir í Sandoy, í Havn, í Eysturoy og í Klaksvík.

Tey syngja við ymisk høvi í Mossfellsbær og hava eisini sungið við ymisk hátíðarlig høvi, bæði í Íslandi og uttanlands.

Tey hava ferðast víða og hava sungið í Italia, Írlandi, Danmark, Ungarn, Kanada, og vilja nú eisini sleppa til Føroyar.

- Áralanga vinalagið ímillum Føroyar og Ísland, og ríki sangskattur føroyinga, hava leitt mong dugnalig føroysk tónlistafólk til Íslands og tey hava verið til stóra gleði og íblástur fyri íslendingar, siga tey í kirkjukórinum.

- Sum eina tøkk fyri hetta, kemur Kirkjukór Mosfellsbæjar nú til Føroyar at syngja fyri føroyingum og at syngja saman við føroyskum sangarum.

Sum tað framgongur av skránni, fara tey at hava konsertir saman við ymiskum føroyskum kórum og sangarum.

Í Føroyum fara tey at syngja saman við Mc Restorff og vinfólkum, Sandoyar Manskóri, Ebenezerkórininum, Siloakórinum og saman við 17 sangarum í Klaksvík.