Íslendskir smádreingir av Hornafirði vitja HB

Í hesum døgum hevur HB vitjan av einum smádreingjaliði hjá íslendska felagnum Sindri av Hornafirði. Hornafjørður liggur á Suðureysturlandinum knappar 500 km frá Reykjavík.

Íslendsku smádreingirnir komu til Føroya við Norrønu fríggjamorgunin og gista í HB-húsinum. Fríggjadagin seinnapart spældu teir ímóti B36, og kanska vóru jau'arnir eitt sindur ferðatroyttir, tí B36-smádreingirnir vunnu heili 11-1. Ferðatroyttir íslendingar ella ei - tað skal kortini einki takast frá B36?arunum.

Leygardagin tóku íslendingarnir sær av løttum. Vitjaðu í svimjihøllini og hugdu nærri upp á høvuðsstaðin - sum teir halda vera sera hugnaligan.

Sunnudagin hitaðu íslendingarnir saman við HBa upp til 1. deildargrannauppgerðina í Havn. Eisini her fingu teir vælvaksnu íslendingarnir harða mótstøðu og máttu taka við einum tapi uppá 6-0.

Sindri Hornafjørður hevur 2 dystir eftir at leika. Mánakvøldið skulu teir royna seg móti Argja-dreingum úti á Argjum, og týsdagin skulu teir til Runavíkar at royna seg ímóti fótfimu NSÍ?arunum.

Vitjanin hjá Sindri Hornafjørður endar mikudagin, tá teir 18 íslendsku smádreingirnir og 5 leiðararnir fara heim aftur við Norrønu.