Íslendskir blásarar blæsa føroyskar tónar

Út er komin fløga, har Blásarakvintett Reykjavíkar - Reykjavík Wind Quintet - leikar tónar eftir føroysk tónaskøld. BIS gevur út og merkir hetta, at fløgan kemur víða um. Leygardagin savnaðust tónleikarar og tónaskøld í Listaskálanum

Leygardagin hittust í Listaskálanum tónleikarar, tónaskøld og útgevarar. Tónaskøldini vóru føroysk og tónleikararnir íslendskir.

Teir leika í Blásara Kvintett Reykjavíkar,ið hevur spælt inn verk hjá føroyskum tónasmiðum.

Tað er forlagið BIS, ið gevur út. Stjórin fyri BIS, Robert v Bahr, var eisini til staðar, eins og føroyska umboðið, ið er fløguhandlin HCW Tórgarð. Eisini var umboð fyri Samfundet, ið gevur symfoniina hjá Sunleifi Rasmussen út.

Umboðaðu tónaskøldini á fløguni eru Pauli í Sandagerði, Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Edvard Nyholm Debess, Kári Bæk og Atli Petersen.

Kvintettin leikti eitt verk eftir Atla Petersen. Í Kvintettini eru Bernharður Wilkinson, floyta, Daði Kolbeinsson, obo, Einar Jóhannesson, klarinett, Jósef Ognibene, horn og Hafsteinn Guðmundsson, fagott.

Forlagið BIS hevur stórt virksemi um stóran part av heiminum og er hetta tí óførur møguleiki hjá føroysku tónaskøldunum at fáa tónleik sín út um landoddarnar.

Tað var Felagið Føroysk Tónaskøld, ið skipaði fyri tiltakinum leygardagin.

Fløgan nevnist Cantus Borealis. Windmusic from the Faroe Islands. Tey leikandi eru Reykjavík Wind Quartett og Guðríður Sigurðardóttir, piano.