Íslendski landbúnaðarstuðulin ov stórur

OECD vil hava íslendsku politikararnar at skerja tann almenna stuðulin til landbúnaðin. Í einari nýggjari frágreiðing verður víst á, at tann almenni stuðulin svarar til 61 prosent av bruttoinntøkuni hjá íslendska landbúnaðinum, og tað er næstan tríggjar ferðir meiri enn meðalstuðulin í OECD-londunum. Hann er 23 prosent.

Norskir og svenskir bóndur fáa næstan líka nógvan almennan stuðul sum teir íslendsku. Í Noregi svarar stuðulin til 53 prosent av bruttoinmntøkuni hjá landbúnaðinum, og í Svøríki er talið 50 prosent.

Minsti landbúnaðarstuðulin er í Ný Sælandi, har bara eitt prosent av bruttoinntøkuni stavar frá almennum stuðuli.