Íslendski forsetin Guðni Thorlacius Jóhannesson var herfyri at skúlavitjan í Akureyri, har næmingar fingu høvi at seta forsetanum spurningar.
Sambært blaðnum Vísir vildi ein av næmingunum vita, hvat forsetin heldur um ananas á pizza.
- Eg eri grundleggjandi ímóti at koyra ananas á pizza, svarði Guðni Th. Jóhannesson og legði afturat:
- Um eg kundi viðtikið mínar egnu lógir, so hevði eg banna ananas á pizza.
Hóast forsetin ivaleyst skemtaði, hevur hann umvegis heimasíðuna hjá Vísir fingið stuðul frá fólki í øllum heiminum, sum ikki vilja síggja ananas á pizza.










