Eftir tjúkkan mjørka í fleiri dagar vísti føroyska summarveðrið seg frá síni frægu síðu, tá íslendski forsetin við fylgi um hálvgum tólv tíðina hósdagin lendi í Vágum.
Sambært skránni, skuldi forsetin lenda í Vágum við íslendskum sjóverjuflogfari klokkan trý korter til ellivu. Men orsakað av nógvum mjørka í Reykjavík slapp forsetin ikki á flog til tíðina, og bleiv tí eitt sindur seinkaður.
Almenn vitjan
Íslendski forsetin er komin til Føroya á almenna vitjan í tríggjar dagar eftir innbjóðan frá Anfinni Kallsberg, løgmanni.
Á flogvøllinum í Vágum var stórt alment móttøkulið fyri forsetanum. Anfinn Kallsberg, løgmaður, tók ímóti saman við Vibeke Larsen, ríkisumboðsmanni, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, Flemming Mørch, sendiharra Danmarkar, Helga Águstssyni, sendiharra Íslands, Majken S. Poulsen, protokollfultrúa, Jónhild Jørgensen, formanni fyri felagskommununa í Vágum, Eivini Jacobsen, borgarstjóra fyri Sørvágs kommunu og Finnboga Niclassen, flogvallarovasta.
Spákaðu í høvuðsstaðnum
Eftir stuttu móttøkuna á flogvøllinum í Vágum, fóru løgmaður og forsetin við fylgi til Havnar við tyrlu. Síðani koyrdi fylgið frá tyrlupallinum á Boðanesi niðan í gamla Kommunuskúlagarðin, har Jan Christiansen, borgarstjóri, tók ímóti, og dóttir borgarstjórans, Minna Christiansen, handaði forsetafrúuni, frú Mousaieff, blómutyssi.
Eftir at forsetin hevði heilsað upp á allar býráðslimirnar og fingið gávu frá Jan Christiansen, borgarstjóra, fór fylgið gongutúr við Jan Christiansen og forsetanum frá Vaglinum fram við Bojsensgarði oman á Bryggjubakka, gjøgnum Bringsnagøtu og Reynagøtu í gamla býlinginum á Reyni og út í Tinganes til móttøku hjá løgmanni.
Eftir móttøkuna og stuttan tíðindafund, tók løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, við sum vertur eina løtu. Løgtingsformaðurin vísti forsetanum Tinganes og fylgdi honum síðani eftir Müllersbrúgv, gjøgnum Gongina og niðan á Hafnia til búgvið morgunmatarborð.
Heilsar upp á íslendingar
Tá Sosialurin fór til prentingar í gjár, var forsetin enn ikki setstur við morgunmatarborðið. Men sambært skránni skuldi hann eftir morgunmatarborðið á Hotel Føroyar at hvíla seg eina løtu, og síðani í Norðurlandahúsið, har hann skuldi heilsa upp á íslendingar í Føroyum.
Eftir móttøkuna á Hotel Føroyum, skuldi Íslendski forsetin til døgurða í Roykstovuni í Kirkjubø, har løgmaður var vertur.
Fríggjadagin skal íslendski forsetin vitja á Skálafjørðinum, Í Gøtu og í Norðoyggjum. Leygardagin gongur leiðin vestureftir, til Mykinesar, og síðani til mentanarkvøld í Miðvági, har Óli Holm, landsstýrismaður er vertur. Seinni uleygarkvøldið fer forsetin avstað aftur til Íslands.










