Íslendskar sendistovur undir føroyskum flaggi

Føroyingum stendur í boði at nýta íslendsku sendistovurnar í Moskva og Geneve. Tað fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at vita, undir vitjan síni í Íslandi í hesi vikuni. Hetta kunnu vit fegnast um

Men áðrenn vit taka av tilboðnum, noyðast vit at kanna eftir, hvør føroyski politikkurin er á hesum økinum – og her loypur ketan av.

Fyri sløkum tveimum árum síðani, arbeiddi landsstýrið við at opna eina føroyska sendistovu í Reykjavík. Tá vóru danir so beinasamir at geva okkum sama tilboð, sum íslendingar nú bjóða okkum, men í Føroyum var stór mótstøða ímóti hesum.

Tað mátti ikki henda, at føroyingar fóru at húsast á eini danskari sendistovu, har danska flaggið veittraði uttanfyri. Tað kundi heldur ikki góðtakast, at bæði føroyska og danska flaggið vóru har. Nei har skuldi bara tað føroyska flaggið vera.

Hetta var orsøkin til, at føroyingar ikki tóku av danska tilboðnum í Reykjavík.

Tað er sjálvsagt vakurt gjørt av íslendingum at bjóða okkum innivist á teirra sendistovum, og sjálvandi eigur Jørgen Niclasen at takka teimum fyri tað. Men eg eri bangin fyri, at vit kunnu ikki taka av tilboðnum, tí vit kunnu ikki krevja, at íslendsku sendistovurnar í Moskva og Geneve, skulu flagga við føroyskum- og bara føroyskum flaggi.