Tað er vanligt hjá hesum felag at fara út at ferðast við aðalfundinum, og hesaferð hava tey gjøgnum felagið Føroya Ellisakfør skipað fyri fundinum í Føroyum.
Íslendsku gestirnir fara avstaðaftur við Norrönu til Íslands mikudagin.tta í umsókn mínari, tí eg vildi ikki gera fokus á trupulleikan.
? At tað júst gjørdist Lorry, sum eg fór í starvsvenjing hjá, vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin, at fáa positivt svar frá øllum teirra.
? Eg valdi tó Lorry, tí at síggja til, var hetta staðið, har eg roknaði við at sleppa at takast við flestar lutir. Áðrenn eg tók mína avgerð, var eg á vitjan á teimum fýra støðunum, og hóast fleiri vóru eitt sindur trek við at greiða frá arbeiði sínum, so helt eg fast um, at eg mátti vita, hvat tey kundu bjóða mær.
? Sjálv setanin var nóg so stuttligt, og eisini eitt sindur spennandi, tí mær stóð eisini í boði at sleppa á donsku TV-avísina. Eg var inni til samrøðu hjá teimum, og eftir hesa bóðu tey meg bíða uttan fyri hurðina í einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó skjótt av, tí meðan tey innanfyri hurðina gjørdu av, um eg skuldi vera hjá teimum, skundaði eg mær yvir til Lorry, orsakað at soleiðis kom rennandi inn, og segði teimum frá, at eg vildi sleppa í starvsvenjing har.
? Viðkomandi, sum eg tosaði við, játtaði hesum, hóast hann ikki hevði lisið umsókn mína, men hann segði seg hava tó hava hoyrt um samrøðuna, sum eg hevði havt við ein av starvsfeløgum hansara.
Gerandisdagurin
Hvussu gongur so ein vanligur arbeiðsdagur á eini slíkari sjónvarpsstøð?
? Arbeiðsdagurin gongur á tann hátt, at møtt verður til arbeiðis um níggju tíðina, tá vit beinanvegin hava ein redaktiónsfund, har avgjørt verður, hvørji evni skulu viðgerast í tíðindasendingini tað kvøldið.
? Har tosað vit vanliga um tey evni, sum hava verið viðgjørt í fjølmiðlunum dagin fyri, og kanska serliga, hvørji evni bløðini hava viðgjørt. Eg havi tað aloftast soleiðis, at eg lesið Berlingaran á veg til arbeiðis, meðan eg siti í bussinum.
? Starvsfólkini eru at kalla býtt upp í fleiri bólkar, har onkur tekur sær av meira bleytum tilfari, onkur fer snøgt sagt við einum kamera, men sjálv havi eg valt at vera við til at gera tíðindasendingar, har vit fyri tað mesta gera dagsaktuelt tilfar.
?Tá komið er til arbeiðis, so koyrir tað bara við fullari ferð. Tíðindafólkini gera neyðugu avtalurnar, hvønn vit skulu tosa við o.s.fr., og so um ellivu tíðina kemur kameramaðurin til arbeiðis.
? Ein stórur partur av arbeiðinum er eisini at fáa orð og myndir at passa saman, tí sjálvur tíðindastubbin varar aloftast ikki meira enn nakrar heilt fáar minuttir, so tað ræður um at bera boðskapin stutt og greitt fram.
Tórun greiðir annars frá, at ein lutur, sum ofta kann gerast ein trupulleiki er, at fólk ikki kenna seg trygg við at standa framman fyri upptøkutólinum.
- Tá ræður kanska um at fáa tey at kenna seg trygg við tí arbeiði, sum eg geri, eftir at eg havi tosað við tey, men tað er heldur ikki altíð at hetta ber til. Er tað t.d. ein persónur, sum hevur fingið harðar ákoyringar, so ræður jú at fáa hann at svara teimum skuldsetingum, sum eru settar fram móti honum. Hinvegin eru so sjálvandi eisini onnur fólk, sum tú nærum ikki fært steðga. Serliga politikkarar og onnur, sum eru von við at vera í fokus. Aloftast hava tey ein boðskap, sum tey vilja hava út, og so er meira ella minni líkamikið, hvørjar spurningar tú setir fram.
Vil sleppa at gera mun
Upplivingarnar, sum hon hevur fingið innan yrki higartil eru sjálvandi nógvar. M.a. tá hon og ein starvsfelagið í Sjónvarpinum sum einastu fjølmiðlafólk fingu loyvi at gera samrøðu við krúnprinsin á Føroyaferð hansara. Esini nevnir hon eitt dømi um, tá ein føroyingur, sum var loðsur í Keypmannahavn ikki vildi tosa við nakað umboð fyri fjølmiðlarnar, men eftir at hava fingið bræv á føroyskum frá Tórun skifti hugsan.
Tá tosið fellur inn á framtíðina, er ikki líkt til, Tórun longu hevur gjørt upp við seg sjálva, júst hvat hon ætlar sær at gera.
Fyri fyrst hevur hon í øllum førum sett sær fyri at gera skúlagongdina lidna. Starvsvenjingin endar 1. februar, og so skal hon aftur til Århus.
- Eg kundi væl hugsað mær at verið við til at gjørt eina rættuliga dokumentarsending. Eina sending, har man veruliga hevur tíð til at kanna alt tað, sum liggur aftanfyri ávísa evnið.
? Tað at arbeiða við dagligum tíðindaflutningin er sjálvandi øgiliga spennandi, tí tú fært so nógv við av tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum.
? Hinvegin er hetta jú ikki annað enn at bera boð víðari, og dreymurin er at kunna gera eina sending, har eg veruliga merki, at mítt arbeiði hevur gjørt mun í tilveruni hjá fólki.