Íslendska útbjóðingin helst útsett

Ætlanin var, at oljufeløgini skuldu sleppa at bjóða upp á rættindini at bora eftir olju og gassi á íslendsku Drekaleiðini seinni í ár, men nú er líkt til, at útbjóðingin verður útsett.

Upprunaliga skuldi útbjóðingin byrja tann 1. august, og seinasta freist at bjóða varð sett til 30. november. Men av tí at Altingið hevur ikki avgreitt ta neyðugu lógina um útbjóðingina, verður útbjóðingin helst útsett. Sambært íslendsku fjølmiðlunum er full semja í Altinginum um ta neyðugu lógina, men kortini er hon ikki avgreidd.

Íslendsku myndugleikarnir hava kunnað oljufeløgini um ta ætlaðu útbjóðingina og tær reglur, sum skuldu galda hetta leitiumfarið. Men tá tann nýggja lógin ikki er avgreidd, er útbjóðingartilfarið ikki í samsvari við ta gomlu lógina, sum framvegis er galdandi, og tí verður tosað um at útseta útbjóðingina, skrivar Morgunblaðið.