Íslendska stjórnin hevði fallið

Hevði altingsval verið í Íslandi nú, hevði Sjálfstæðisflokkurin verið tann stóri vinnarin og Samfylkingin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra tann stóri taparin.

Ein nýggj meiningakanning gevur Sjálfstæðisflokkinum 40,4 prosent av atkvøðunum og 27 tingmenn ímóti teimum 15, sum flokkurin nú hevur.

Harafturímóti hevði Samfylkingin mist fimm av sínum 20 tinglimum. Hin stjórnarflokkurin, VG, hevði mist ein av sínum 14 tinglimum.

Samanlagt hevði stjórnarsamgongan mist meirilutan. Hon hevði fingið 28 av teimum 63 altingslimunum.