Føroyska kvinnulandsliðið hevur júst spælt sín annan dyst í HM-undankappingini í kvinnuhondbólti, sum verður spæld í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Dagsins mótstøðulið hjá Føroyum var grannatjóðin fyri vestan, Ísland. Frammanundan varð roknað við, at íslendingar helst vóru ov sterkir til føroyingar, og hesin spádómurin var eisini rættur. Ísland vann dystin 24-16 eftir hálvleiksstøðuna 9-5.
Føroyar megnaðu at fylgja væl við fyrstu 12 minuttirnar, tá ið munurin ikki var størri enn so, at Ísland var frammanfyri 3-2. Síðani komu íslendingar á odda 6-3, og eftir hetta var ongin veruligur ivi um, hvør tjóð fór at vinna kvøldsins dyst. Sum heild gekk striltið við málskjótingini hjá Føroyum, tí at annaðhvørt vóru føroysku skjúttarnir ikki nóg neyvir, ella bjargaði íslendski málverjin, Guðrun Mariasdóttir, føroysku royndunum.
Í seinna hálvleiki skapti Ísland beinanvegin eitt størri hol og kom skjótt á odda 17-10. At enda lat føroyska liðið 24 mál inn, men tað hevði kunnað staðið verri til, um innskifta Fríða Petersen ikki hevði so nógvar frálíkar bjargingar, sum hon hevði. Føroysku kvinnurnar hildu áfram við at brenna illa í seinna hálvleiki, og tískil skoraðu Føroyar ikki meira enn 16 mál. Ísland vann 24-16.
Ein keðilig hending setti sín dám á endan av dystinum, tá ið vinstri vongurin, Turið Arge Samuelsen, meiðslaði sær knæið í samanstoyti á vøllinum. Turið Arge Samuelsen varð borin av vølli, og helst er skaðin rættiliga álvarsligur.
Støðan í HM-undankappingarbólkinum er hendan:
1. Ísland 4 stig
2. Eysturríki 2 stig
3. Makedonia 2 stig
4. Føroyar 0 stig.
Føroysku málskjúttarnir síggjast niðanfyri:
Føroyar-Ísland 16-24 (5-9)
Føroyar: Kristianna Henneberg Joensen 7, Ninna Katrin Johansen 3, Turið Arge Samuelsen 2, Eir Martinsdóttir Berg 2, Bjarta Osberg Johansen 1 og Anna Brimnes 1.
Niðanfyri er beinleiðið tekstfrásøgn frá dystinum
60: Liðugt. Seinasta orðið í dystinum fekk føroyski toppskjúttin, Kristianna Henneberg, sum skoraði til endaliga úrslitið, 24-16 til Ísland. Kristianna Henneberg Joensen skoraði sjey mál. Íslendska liðið fegnast um sigurin saman við teimum 5-10 íslendingunum, ið eru komnir til Føroya at stuðla.
58: Átta mál á muni - 23-15 til Ísland.
56: Besti føroyski leikarin í dag hevur helst verið Kristianna Henneberg, sum er føroyskur toppskjútti við higartil seks málum. Turið Arge fær fær hjálp á síðulinjuni frá fysioterapeuti og hjálparfólki.
55: Nú er 22-14 til Ísland. Tíverri er tað keðiliga hent, at Turið Arge Samuelsen tykist at vera komin álvarsliga til skaða eftir samanstoyt við mótleikara. Hon verður borin av vøllinum og spælir ikki meira í dag.
53: Innskiftingin av Fríðu Petersen í hevur verið væleydnað. Hon hevur havt fleiri frálíkar bjargingar.
51: Eir Berg hevur skorað tvey tey seinastu føroysku málini. Føroysku venjararnir hava aftur tikið time-out. Nú er støðan 20-13 til íslendingar.
49: Dysturin tykist avgjørdur, tí íslendingar hava skorað nøkur mál, so støðan nú er 19-11 til Ísland. Føroysku kvinnurnar skulu helst fyrst og fremst fyribyrgja, at endaliga úrslitið verður eitt veruligt skrædl.
46: Fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki hevur ein onnur enn Rósa Thorey Stefansdóttir skorað eitt íslendskt mál. Málskjúttin var Birna Berg Haraldsdóttir. Føroar brenna eina røð av møguleikum í hinum endanum. 16-10 til Ísland.
43: Føroyar hava í størri mun funnið fótfesti í dystinum, tí munurin er minkaður síðani byrjanina av seinna hálvleiki. Ninna Katrin Johansen minkar um munin til 15-10.
40: Føroyar megna ikki at standa Rósu Thorey Stefansdóttir kurl, tí nú hevur hon skorað øll seks málini hjá Íslandi í seinna hálvleiki, so støðan nú er 15-9. Seinasta, føroyska málið skoraði Kristianna Henneberg.
38: Høgri vongurin úr StíF, Ninna Katrina Johansen, hevur skorað til 14-8. Fríða Petersen hevur bjargað bæði tey fyrstu skotini, sum hon hevur fingið ímóti sær.
37: Føroyar hava skift málverja. Fríða Petersen er komin inn fyri Viviann Petersen. Fríða leggur sterkt út við góðari bjarging, tá ið púra fríur íslendingar royndi seg við skoti.
35: Ringa gongdin hevur gjørt, at venjararnir hjá Føroyum, Scott Harrington og Andreas F. Hansen, hava tikið time-out.
34: Ísland, og serliga vinstri vongurin, Rósa Thorey Stefansdóttir, er komin út sum eitt ódnarveður. Ísland er nú frammanfyri 13-6, og øll málini í seinna hálvleiki (4) hevur vinstri vongurin, Stefansdóttir, skorað.
32: Anna Brimnes skorar fyrsta føroyska málið í seinna hálvleiki - 10-6.
31: Íslendsku kvinnurnar í hvítum blusum hava sett dystin í gongd. Føroyar spæla í bláum blusum. Í fyrsta álopinum skorar Ísland til 10-5.
Hálvleikur
30: So er hálvleikur. Føroyingar hava verið væl við í dystinum, men stóri trupulleikin hevur verið, at føroysku kvinnurnar eru nógv ov óneyvar í sínum skotum - samstundis hevur málverjin hjá Íslandi, Guðrun Mariasdóttir, spælt ein branddyst higartil. Í síðsta sekundi minkar Kristianna Henneberg um munin til 9-5, sum er hálvleiksstøðan.
26: Føroyar skifta eisini málverjan út og spæla við sjey í álopsstøðu. Tó eru trupulleikarnir framvegis stórir, tá ið mál umræður. Íslendski málverjin royndi seg við skoti á mál, tá ið Føroyar mistu bóltin í álopinum, men Viviann Petersen náddi at koma spelandi inn á vøllin og forða fyri, at bólturin fór í mál. Nú er støðan 8-4 til Ísland.
24: Júst innkomna Lilja Mohr, sum spælir á høgra vongi, hevur júst vunnið Føroyum brotskast og tveir minuttir útvísing til Ísland. Kristianna Henneberg skorar upp á brotskastið - 7-4.
22: Bert 16 ára gamla Súna Krossteig Hansen er komin inn, tá ið Føroyar eru í álopi. Hon sneiddi seg leysa við góðari fintu fyri løtu síðani, men rakti stongina. Turið Arge hevur minkað um munin til 6-3, men íslendingar svara skjótt aftur - 7-3.
19: Rimmar bjarging frá Viviann Petersen, tá ið íslendskur leikari slapp ígjøgnum. Føroyska liðið hevur tó framvegis stórar trupulleikar í álopinum, har kvinnurnar hava ilt við at fáa bóltin framvið málverjan. Nú er 6-2 til Ísland.
17: Ísland hevur tikið fyrsta time-out í dystinum. Íslendski málverjin Guðrun Mariasdóttir hevur havt fleiri góðar bjargingar, meðan Viviann Petersen í føroyska málinum bert hevur havt ta einu. Framvegis 5-2, so higartil er talan um ein rættiliga málfátækan dyst.
15: Bæði Turið Arge og Anna Brimnes hava brent fríar málmøguleikar. Ísland er neyvari í hinum endanum og hevur lagt seg á odda 5-2.
12: Eftir 10 minuttir eydnaðist tað loksins Føroyum at koma á máltalvuna við máli frá vinstra vonginum úr Kyndli, Turið Arge Samuelsen. Ísland roynir seg við sjey útileikarum í álopsstøðu, men hetta gav bakslag, tá ið Kristianna Henneberg kastaði bóltin í eitt tómt mál, tá ið føroyingar vunnu bóltin. Nú er støðan 3-2 til Ísland.
08: Dysturin hevur ikki verið spældur higartil. Bæði liðini, serliga Føroyar, hava fleiri ferðir mist bóltin heldur óneyðuga í álopsstøðu.
06: Ísland er komið betur frá byrjan og er á odda 2-0. Føroyar hava brent tvey skot.
03: Føroyar byrja við einari fastari verju/álop útskifting. Pernille Brandenburg kemur inn í verjuna fyri Onnu Brimnes.
01: Hesar byrja inni hjá Føroyum:
Viviann Petersen er í mál.
Ninna Katrin Johansen er á høgra vongi.
Kristina Henneberg Joensen er høgri bakkur.
Anna Brimnes er vinstri bakkur.
Turið Arge Samuelsen spælir á vinstra vongi.
Og tvær spæla á strikuni: Bjarta O. Johansen og Brynja Høj.
Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.
Annar dysturin hjá føroyska kvinnuhondbóltslandsliðnum í HM-undankappingini á heimavølli er júst byrjaður. Dagsins mótstøðulið er Ísland, sum í gjár vann sín fyrsta dyst ímóti Eysturríki - 28-24. Føroyar taptu sín fyrsta dyst ímóti Makedonia við úrslitinum 21-19.
Ein dystur er longu spældur í undankappingini í dag. Hann var ímillum Eysturríki og Makedonia, og hendan dystin vann Eysturríki 28-19. Alt bendir sostatt á, at føroyska liðið helst kann vænta sær harðari mótstøðu enn í dystinum í gjár.