Íslendska landsliðið skert

Ísland-Litava

Hin dysturin í bólki 5 í kvøld verður spældur á Laugardalsvöllinum í Reykjavík, har íslendingar taka móti litavum.
Íslendska landsliðið er tó ikki heilt so væl mannað, sum annars var væntandi, tí mánadagin gav ein av royndastu spælarunum, Lárus Orri Sigurðsson, avboð til dystin.
Hann sendi út eitt tíðindaskriv, har hann gevur avboð, tí hann hevur brotið reglurnar, sum allir landsliðsspælarar hava at halda seg til. Sum skilst, endaði hann á vertshúsið leygarkvøldið, eftir at Ísland á heimavølli hevði tapt 0-2 móti Skotlandi.
Lárus Orri Sigurðsson, sum í enskum fótbólti hevur spælt við bæði Stoke og West Bromwich Albion, telist við sínum næst 40 landsdystum millum teir royndastu, íslendski landsliðsvenjarin Atli Eðvaldsson hevur at taka av.
Men gjørd gerð fær onga vend. ? Nú vóni eg bara, at landsliðið fær frið og stundir at fyrireika seg til dystin móti Litava, segði Lárus Orri Sigurðsson í tíðindaskrivinum, hann sendi út mánadagin.
Í hansara stað er Ólaf Örn Bjarnason úr Grindavík úttikin til liðið, sum í kvøld skal royna at útvega íslendingum teirra fyrstu stig í hesi EM-undankappingini.
Fimta liðið í okkara bólki, Skotland, skuldi í gjárkvøldið í Edinburgh spæla venjingardyst móti Kanada. Har var væntandi, at landsliðsvenjarin Berti Vogts fór at gera onkrar broytingar í mun til Íslandsdystin, ið fyribils hevur vent skotsku lagnuni.
Onkrir spælarar eru skaddir, aðrir móðir, og so verður annars hildið, at Vogts í hesum venjingardystinum vildi sleppa at royna aðrar, ið ikki hava verið so nógv á skotska landsliðnum fyrr. Millum annað skuldi málmaðurin hjá Dundee United, Paul Gallagher, spæla sín fyrsta landsdyst fyri Skotland í gjárkvøldið.