Íslendsku landsliðsfjeppararnir og ikki minst teirra minniliga "Huh-klapp" fór beint inn í hjørtuni hjá øllum, sum fylgdu við EM-endaspælinum í fótbólti í summar. Og tað eru mong, sum royna at gera íslendsku áskoðarunum kunstin eftir við at royna Huh-klappið.
Nú hava íslendsku landsliðsfjeppararnir og Huh-klapp teirra fingið eina altjóða viðurkenning, sum veruliga munar, og má staðfestast at verða eitt stórt herðaklapp til teir ótrúligu íslendsku fjeppararnar.
Tá telduspælið FIFA 17 kemur á marknaðin fyrsta dagin, so verður íslendska Huh-klappið ein partur av tí veruleikakenda leikvølsljóðinum, sum hoyrast á FIFA 17 útgávuni, sum fyritøkan EA Sports gevur út.
Íslendska Huh-klappið verður tó bara eitt av mongum áskoðaraljóðum, sum verða at hoyra á FIFA 17 útgávuni hjá EA Sports. Viðhaldsróp frá La Liga, Premier League og The Championship verða eisini at hoyra á FIFA 17 útgávuni.