TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr ein sjáldsama vakran lýsingarfilm, sum Icelandair hevur gjørt. Hesin vakri og gjøgnumførdi lýsingarfilmurin vísir fótbóltssøguna hjá Íslandi fram til EM endaspælið í ár.
Í byrjani sæst Albert Guðmundsson, fyrsti íslendski yrkisspælarin at royna seg uttanlands. Síðani sæst Atli Eðvaldsson sparka fótbólt tætt við tað tá ikki liðugt bygdu Hallgrímskirkjuna í Reykjavík. Eftir hetta kemur eitt brot við Ásgeir Sigurvínssyni, sum vaks upp á Heimey í Vestmannaoyggjunum. Eftir hetta ein skjót gjøgnumgongd hvussu Ísland arbeiddi seg upp úr botninum, og til gáttina at spæla seg til endaspøl um aldarskiftið, og á gáttini at spæla seg til HM-endaspælið í Brasil í 2014. Og so endar lýsingarfilmurin vakurt við, at núverandi íslendsku EM-hetjurnar renna inn á vøllin.
Tað er langt ímillum, at ein gerst so hugtikin av einum lýsingarfilmi, men hesin talar til tann fótbóltssøguhugaða.










