Íslendska fíggjarimperiið ? eitt ævintýr í kyksendi?

Mong mundu stúrsa við, tá tað herfyri frættist, at íslendingar høvdu keypt Magasin du Nord - stórhandilin, sum danir í sínari tíð vóru so ernir av at eiga. Men hetta er bara ein av teimum stóru íslendsku íløgunum í útlandinum hesi seinastu árini. Teirra virksemi røkkur víða um. Tað eru bæði bankar og handilsfyritøkur, sum breiða sítt virksemi út um landamark. Men nú er íslendska Fíggjareftirlitið farið at rópa varskó

Finnbogi Ísakson
??????????
Hava vit føroyingar stúrt fyri, at útlendingar fóru at keypa okkara vinnulív, so hevur tað ikki verið íslendingar, vit hava óttast. Tað hevur heldur verið danir og kanska norðmenn.
Tað nervaði okkum heldur ikki, at Ólafur Guðmundsson hevði handilin Impo í Vágsbotni í ein mansaldur, ella at Icelandair røkti flúgvingina millum Føroyar og útheimin í nøkur ár. Tvørturímóti varð hetta at fegnast um.
Men so fóru vit so smátt at skeita skeivt til íslendingar. Vit høvdu okkara egnu farmaskipafeløg. Fleiri vóru farin á húsagang, men Skipafelagið var so eftir. So fór Eimskip at sigla upp á Føroyar, og teirra flutningur til og úr Føroyum vaks skjótt. Eisini komu íslendingar inn á handilsmarknaðin. Saman við føroyingi stovnaðu teir Bónus og keyptu seg seinni inn í SMS - størsta handil í landinum. Nú er eitt íslendskt skipafelag aftrat, Samskip, farið at sigla upp á Føroyar. Og Icelandair segði seg vera hugað at keypa ein part av Atlantsflog.
Ein morgunin vaknaðu vit við kaldan dreym: íslendingar høvdu keypt Skipafelagið - felagið, sum føroyingar í trífjórðingsøld roknaðu sum sín stoltleika á ferðamanna- og farmaskipaøkinum.
Romantikkur
Vanliga hava fíggjarviðurskifti og pengar lítið við romantikk at gera. Men íslendingar eru tiltiknir úr gomlum tíðum at duga at siga søgur, og tað duga teir enn. Í hvussu so er duga teir at siga eina søgu um sítt egna ríkidømi, sum hevur ein farra av romantikki yvir sær. Tann søgan ljóðar soleiðis:
Björgólfur Guðmundsson var dugnaligur útróðrarmaður, men fiskiskapurin minkaði nógv síðst í 80-árunum. Hann hevði brúk fyri láni, men íslendsku bankarnir vóru trekir at veita lán tá, og umsóknin varð noktað. Eimskip var tá nógv tann størsta fyritøkan í Íslandi og hevði ræðið á øllum handilslívi av týdningi. Björgólfur setti seg upp ímóti Eimskip. Hann stovnaði farmaskipafelagið Havskip, men tí var ikki langt lív lagað.
So fekk Björgólfur eitt gott hugskot, sum eftir stuttari tíð gjørdi hann til miljardér. Fyritøka hansara gjørdist so sterk, at hon fekk ræðið á Landsbankanum, sum áður hevði verið íslendskur Tjóðbanki.
Saman við soninum Björgólfi Thor Björgólfssyni og einum vinmanni hjá soninum, Magnus þórsteinnsson, fór hann til Russlands. Í Santa Pæturs-borg bygdu teir eitt lítið sodavatnsvirki, sum gjørdi mixdrinks við rúsløgi í. Seinni fingu teir eina tappiavtalu við Pepsi Cola. So fóru teir at bryggja øl við navninum Bravo International, og teir seldu avbera nógv. Í 2001 gjørdu teir kvetti: hollendska bryggjaríið Heineken keypti bryggjaríið frá teimum fyri 2,8 mia.kr.
Teir tríggir - feðgarnir og vinmaðurin - fóru nú heimaftur til Íslands at gera íløgur har. Teir keyptu seg fyrst inn í Eimskip - sum hevði rent Havskip hjá Björgólfi á heysin í kappingini - og býttu felagið í fleiri deildir, so tað ikki skuldi vera einaráðandi á íslendska marknaðinum. Eisini keyptu teir 44% av partapeninginum í Landsbankanum. Bankin keypti 25% av partapeninginum í tí nýggja felagnum Burdaras, sum sonurin Björgólfur Thor Björgólfsson hevði stovnað. Hetta felagið keypti fyri kortum 10% av svenska íløgubankanum Carnegie.
17.000 aðrir íleggjarar eru í Burdaras og 13.000 aðrir eru í Landsbankanum, men tað eru feðgarnir og vinmaðurin, sum hava ræðið á báðum.
Landsbankin eigur nógv í Straumi Invest, sum nú eigur 25% av partabrøvunum í Magasin du Nord, og Straumur er eisini stórur partaeigari í Íslandsbankanum, sum er triðstørsti banki í Íslandi.
Kaupthing í Føroyum
Í Føroyum hava vit mest hoyrt um Kaupthing, av tí at hesin bankin stovnaði í 2000 saman við Føroya Sparikassa felagið Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag Pf. Hesin fíggjarstovnur hevur givið ráð og handlað við virðis-brøvum fyri kundarnar.
Føroya Sparikassi er ikki uppi í hesi fyritøku longur. Fyri fáum døgum síðani keypti Kaupthing Bank hf. tey 49% av partapeninginum, sum Sparikassin átti, og nú eigur Kaupthing sostatt allan fíggjarstovnin. Sagt verður, at Kaupthing í Føroyum ætlar hereftir í størri mun enn higartil at bjóða føroyskum vinnulívi bankatænastur.
Samstundis keypti Sparikassin partin hjá Kaupthing í Kaupthing Bank A/S í Danmark. Sparikassin seldi síni partabrøv í Kaupthing Búnaðarbanka fyri 173 mió.kr. Vinningurin uppá partabrøvini var 132 mió.kr, harav 79 mió.kr. eru inntøkuførdar í ár, stendur á heimasíðuni hjá Sparikassanum.
Har verður eisini greitt frá, at hesin danski bankin hevði pr. 30. juni 2004 ein javna uppá 1.032 mió.kr. Yvirskotið fyrra hálvár í ár var 7,3 mió.kr. og eginognin 128 mió.kr.
Tað ljóðar alt so væl og er vónandi eisini í lagi. Persónliga kann eg ikki lata vera við at kenna eitt sindur av skriða um kroppin, tá føroyskar fyritøkur fara út í verðina at spæla stórar. Fleiri enn færri dømi eru um, at tað hevur ikki gingist so væl. Skriðin minkar ikki, tá eg hugsi um, at vit hava fyri ikki so mongum árum síðani upplivað í Føroyum, at bankar hava selt og keypt partabrøv sínámillum. Við heldur vánaligum avleiðingum.
Altjóða Kaupthing
Virksemið, sum Kaupthing hevur í Føroyum, er bara ein evarska lítil partur av virkseminum hjá hesari fyritøku. Íslendski Kaupthing-banki varð stovnaður í 1982. Tað vóru 7 einstaklingar, teirra millum ein altingsmaður og ein professari á Háskóla Íslands, sum stovnaðu eina lítla fíggjarfyritøku við 4-5 starvsfólkum, sum keypti og seldi lánsbrøv og annað. Nøvn á stovnarunum havi eg ikki fingið, men teir eru eisini allir keyptir út síðani.
Fyritøkan fór at vaksa fyrst í 1990-árunum, og nýggj fólk komu inn. Í 2003 varð Kaupthing-bankin lagdur saman við Búnaðarbankanum, sum varð stovnaður í 1930-árunum, og tá gjørdist Kaupthing nógv tann størsti av sínum slag í Íslandi. Eftir fáum árum er Kaupthing Búnaðarbankin vorðin størsti banki í Íslandi og hevur breitt virksemi sítt til onnur lond, serliga Norðurlond, men eisini suðuri á evropeiska meginlandinum, í Bretlandi og USA. Í dag eru 20 stórir partaeigarar í Kaupthing og haraftrat nógvir smáir. Tríggir teir størstu eru: Meiður ehf (16,98 % av partapeninginum), Egla hf (10,88 %) og Arion hf.
Kaupthing hevur skrivstovur í New York, London, Danmark, Føroyum, Finnlandi, Noregi, Svøríki, Luxemburg og Sveits. Tilsamans arbeiða 1600 fólk hjá bankanum. Bankin telist millum 8 teir størstu í Norðurlondum.
Konsernsjefur í Kaupthing er Hreidar Már Sigurðsson. Hann sigur, at skuldi virksemið hjá bankanum økjast var neyðugt at fara út um landamark.
Tá árið 2002 er undantikið er BTÚ (Brutto Tjóðar Úrtøkan) í Íslandi vaksin 5% tey seinastu árini. Fiskivinnan hevur havt trupulleikar, og vøksturin kemst tí serliga av framgongd í ferðavinnuni og fíggjarvinnuni. Sambært Financial Times er marknaðarvirðið hjá Kaupthing í dag 3,1 mia. evrur, sum svarar til 23 mia.kr. í okkara peningi. Teir seinastu 18 mánaðirnar er virðið á virðisbrævamarknaðinum økt 400%. Ognirnar eru um 130 mia.kr, og yvirskotið 9 teir fyrstu mánaðirnar í 2004 var umleið 1 mia.kr. Tað er ein vøkstur uppá 130,5% sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Í áttati- og nítiárunum liberaliseraði íslendska stjórnin so við og við fíggjarheimin, og tað skapti grundarlag fyri tí økta virkseminum hjá Kaupthing. Hreidar Már Sigurðsson sigur, at í sambandi við liberaliseringina hendi eitt ættarliðsskifti í vinnuni. Tað nýggja ættarliðið fekk sær útbúgving uttanlands, og tí hevur borið so væl til hjá Kaupthing at víðka virksemi víða um lond.
Nevndarformaður í Kaupthing bankanum er Sigurður Einarsson. Hann ferðast 200 dagar um árið, og fyri at hava tað lættari at røkka norðurlendskar og evropeiskar høvuðsstaðir, flutti hann herfyri til London at búgva. Hann roknar við at vera nógv færri dagar burturstaddur nú.
Pápin var sendiharri í Danmark, og tí var lagamanni hjá Sigurði at lesa til cand. polit. á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevði framíhjástarv í Den Danske Bank, meðan hann las, og tá hann var liðugur, fekk hann fulltrúastarv har.
Eftir 9 árum vendi hann heimaftur, fekk starv í einum lítlum banka fyrst og síðani í Kaupthing, har hann skjótt varð fluttur fram í starvi. Saman við øðrum í leiðsluni legði hann í 1998 eina strategi, sum miðaði eftir, at Kaupthing skuldi økja sítt virksemi uttan fyri Ísland. Síðani hevur bankin yvirtikið ein hóp av fyritøkum í ymsum londum.
Tað nýggjasta er, at Kaupthing hevur yvirtikið danska vinnubankan FIH, ið er umleið líka stórur sum íslendski bankin sjálvur. Keypsprísurin var 7,2 mia.kr. Stutt eftir keypið læt FIH deildir upp í Malmø og Stockholm. FIH veitir ikki einstaklingum lán, men veitir miðallong lán til fyritøkur. Útlánini hjá FIH eru 55 mia.kr. Tey seinastu 5 árini hevur yvirskotið ligið millum 600 og 850 mió.kr. Bankin tekur ikki móti innlánum, men útvegar pening til útlánini við lánsbrøvum, sum verða seld íleggjarum.
Áðrenn Kaupthing seldi Føroya Sparikassa sín banka í Keypmannahavn, var nakað av virkseminum hjá hesum banka flutt yvir til FIH-bankan.
Bankakeyp í Noregi
Kaupthing er størsti íslendski bankin, men eisini aðrir íslendskir bankar og fyritøkur gera vart við seg á marknaðinum í øðrum londum. Fyri kortum hava bæði Kaupthing og Íslandsbankin keypt norskar bankar. Hreidar Már Sigurðsson, stjóri í Kaupthing, sigur, at eftir trimum til fimm árum ætlar bankin at hava somu støðu í Noregi sum í Danmark og Svøríki. Hann sipaði til, at Kaupthing sum nevnt keypti FIH-bankan í Danmark fyri kortum og JP Nordiska í Svøríki fyri tveimum árum síðani. Málið er at gerast størsti íløgubanki í Norðurlondum. Í fjør keypti Kaupthing eina lítla norska meklarafyri-tøku, Sundvall, fyri at koma inn á norska marknaðin.
Hreidar Már Sigurðsson sigur við Aftenposten, at næstan dagliga ringja norðmenn til teirra og vilja hava teir at keypa okkurt - meklarafyritøkur, bankar og annað.
Íslandsbankin hevur keypt KredittBanken í Ålesund. Stjórin Bjarni Ármansson sigur, at Íslandsbankin miðar eftir at gerast størsti fiskivinnubanki í Norðurlondum. Íslandsbankin hevur fíggjað íslendska fiski- og sjóvinnu í 100 ár. Í summar stóð bankin á odda fyri einum syndikati við DnB NOR og Nordea, sum lænti Norway Seafood hjá Kjell Inge Røkke 300 mió.nkr.
Norska fiskivinnan hevur havt tað trupult tey seinastu árini, og tað hevur KredittBanken eisini. Marknaðarvirðið hjá Íslandsbanka er umleið 12 mia.kr. Ognarvirðið er umleið 50 mia.kr, og 9 teir fyrstu mánaðirnar 2004 var yvirskotið 890 mió.kr.
Baugur Group
Eitt annað íslendskt fíggjarfelag, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, kallast Baugur Group. Jón Asgeir Jóhannesson, stjóri, og skyldfólk hansara hava ræðið á fyritøkuni. Næststørsti partaeigari er Kaupthing. Yvirskotið hjá felagnum í fjør var umleið eina miljard. Eginognin er 3 mia.kr.
Baugur fíggjar fyrst og fremst tænastuvirksemi, smásølu og fastognir í Íslandi, Skandinavia og Bretlandi. Umsetningurin er 11 mia.kr., og meira enn 10.000 fólk arbeiða hjá Baugur.
Eitt yvirlit yvir nakrar av teimum stóru handlunum tvey tey seinastu árini sær soleiðis út:
Í mars 2003 keypti Baug-ur heimskendu ensku leiku-ketuna Hamley fyri 600 mió.kr.
Í oktober 2003 keypti felagið ensku mótaketuna Oasis fyri 1,6 mia.kr. Kaupthing eigur 12% av partapeninginum.
Í januar 2004 skipaði fíggjarstovnurin fjølmiðlafyritøkuna Norðlýsi. Hon gjørdist størsta fjølmiðlafyritøka í Íslandi við útvarps- og sjónvarpsstøðum og trimum dagbløðum.
Í mai 2004 keypti Baugur ensku gimsteinaketuna Goldsmith fyri 1,2 mia.kr.
Í sama mánaði seldi Baugur síni 21% av partapeninginum í Icelandair fyri 400 mió.kr.
Í juni varð enska mótaketan Karen Miller keypt fyri 1,3 mia.kr.
Í september bjóðaði Baugur umleið 1 mia.kr. fyri kvinnuklædnaketuna Hobbs, men Hobbs seldi øðrum keypara.
Í sama mánaði keypti dótturfelagið Norðlýsi 35% av fartelefonfelagnum Vodafone Og. 1. oktober keypti Baugur 10,5% av Vodafone Og.
Í oktober seldi Baugur 90% av Norðlýsinum til Vodafone Og fyri 350 mió.kr.
Í november varð so Magasin du Nord keypt fyri 500 mió.kr. og enska mótaketan Mk One fyri 600 mió.kr.
Í desember hevur Baugur bjóðað sær til at keypa restina av Big Food Group, har teir frammanundan eiga 22%. Tey 78% kosta 2,7 mia.kr. Í hesum mánaðinum hevur Baugur eisini bjóðað upp á skóketuna LK Bennett. Kostnaðurin verður væntandi 800 mió.kr.
Ikki øll eru væl nøgd
Í Íslandi sum í Føroyum og øðrum smáum samfeløgum ganga somu nøvn mangan aftur. Eitt dømi er ein av nevndarlimunum í Kaupthing, Finnur Ingolfsson.
Hann var í mong ár altingsmaður fyri Framsóknarflokkin. Síðst í nítiárunum var hann vinnumálaráðharri og hevði tá arbeiðið við at liberalisera íslendska fíggjarheimin um hendi.
Í 1999 varð hann ein av trimum tjóðbankastjórum, sum skuldu syrgja fyri, at íslendski búskapurin ikki skuldi verða yvirupphitaður, og í 2001 tók hann við sum umsitingarstjóri í tryggingarfelagnum VIS.
Hann hevur verið virkin innan íslendsku samvinnurørsluna, og umboðandi hana er hann nevndarlimur í Kaupthing. Hann tekur tó ikki fult út undir við vakstrarstrategiini hjá bankanum. Tí seldi tryggingarfelagið VIS og lívstryggingin, sum hoyrir til, øll partabrøvini í Kaupthing í oktober í ár fyri 80 mió.kr.
Hann er ikki einsamallur um at vera ivasamur. Tað hevur eisini elvt til mikla ónøgd, at leiðslan í Kaupthing hevur vunnið nógvan pening persónliga gjøgnum banka- og annað virksemi hjá Kaupthing. Í oktober teknaði bankin nýggjan partapening, og tá tryggjaðu 14 leiðarar í bankanum sær sjálvum 250.000 nýggj partabrøv. Tilsamans eiga teir nú partabrøv fyri 750,3 mió.kr. (í okkara peningi) í bankanum.
Størsti innanhýsis eigari er sjálvur nevndarformaðurin, tann 44 ára gamli Sigurður Einarsson. Hansara partabrøv í Kaupthing eru 99,6 mió.kr. verd. Næststørsti innanhýsis eigari er umsitingarstjórin Hreidar Már Sigurðsson, sum er 34 ár. Hann eigur partabrøv fyri 79 mió.kr. Tann í leiðsluni, sum eigur minst, eigur partabrøv fyri 17,5 mió.kr.
Undir serligum umstøðum fekk leiðslan haraftrat forkeypsrætt at keypa 5 miljónir partabrøv aftrat, harav hevði nevndarformaðurin Sigurður Einarsson meira enn 4 miljónir av óbrúktum forkeypsrætti.
Í fjør hjálpti Sigurður Einarsson felagnum Baugur og eigaranum og stjóranum Jón Asgeir Jóhannesson út úr íslendska virðisbrævamarknaðinum í sambandi við eina kreppu. Baugur kom í trupulleikar eftir at hava gjørt íløgur í fleiri hundrað discounthandlar í USA. Aftaná yvirtók Kaupthing 19,8% av partabrøvunum í Baugur, men seldi herfyri 8,26% aftur.
Spekulasjónirnar hjá leiðsluni í Kaupthing fingu ilt í núverandi íslendska uttanríkisráðharran, fyrrverandi forsætisráðharran Dávið Oddson. Tað var í hansara stjórnartíð, at íslendska samfelagið var liberaliserað sum ongantíð, eisini fíggjarheimurin.
Við einum hópi av journalistum í hølunum fór hann til gongu úr Altinginum til eina bankadeild hjá Kaupthing og tók tær 400.000 krónurnar út, sum hann átti í bankanum, og setti tær í ein annan banka. Nøkur hundrað fólk gjørdu sum hann, men herferðin dovnaði, tá Kaupthing lovaði at taka skipanina við forkeypsrætti av.
Fíggjareftirlitið stúrir
Nú hevur íslendska Fíggjareftirlitið eisini gjørt vart við sín ampa av virkseminum hjá íslendsku bankunum. Tað, sum serliga nervar Fíggjareftirlitið, er, at bankavirksemi og handilsvirksemi eru vavd so nógv saman. Felags ognarvirðurskifti millum bankarnar og tær fyritøkur, teir læna til, økja munandi um vandan fyri tapi, sigur Fíggjareftirlitið.
Í einari frágreiðing um íslendska fíggjarheimin skrivar Fíggjareftirlitið:
?Tann spurningur hevur tikið seg upp, um ein bólkur av lántakarum er samanbundin á ein slíkan hátt, at gjaldsevni teirra kann metast sum ein einstakur váði. Í summum førum hevur Fíggjareftirlitið orsøk at halda, at slík sambond hava økt váðan út um loyvd mørk?.
Í Danmark verður víst á, at samanvavstur av banka- og handilsvirksemi var orsøkin til, at Landmandsbankin kom í trupulleikar í 1922. Við lóg varð henda mannagongd forboðin tá, og somu reglur eru galdandi enn í dag fyri bankar og bankastjórar. Í flestu ídnaðarlondum er samanblanding av bankum og vinnulívi forboðin, men tað er tó framvegis loyvt eitt nú í Týsklandi og Japan. Eisini í hesum báðum londum eru myndugleikarnir í iva um tað rætta í skipanini.
Tá íslendingar herfyri keyptu Magasin du Nord, vóru fleiri í danska fíggjarheiminum ivasamir, hvussu haldgóð íslendska ekspansjónin víða um lond er, men ongin hevur viljað lagt navn til ivan. Ein kelda sigur við Berlingske Tidende:
?Tað er sera trupult at skilja, hvat tað er, sum hendir. Ivaleyst hevur Ísland ein sterkari búskap, enn vit vanliga halda. Har er ikki bara fiskur. Man tá tað er sagt, muga vit eisini siga, at íslendsku bankarnir tykjast at hava sagt tyngdarlógini farvæl.?
Keldan sipaði til, at kursirnir á partabrøvum í íslendskum bankum rúka uppeftir við fúkandi ferð. Partabrøvini hjá Kaupthing eru hækkað 100% í ár. Tað hevur við sær, at bankarnir kunna tekna nýggjan partapening við høgum kursi, og tí gerst tað lætt at keypa Magasin du Nord og aðrar stórar fyritøkur.
Casper Rose á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn sigur, at tá leiðslan í einum banka sjálv eigur nógv partabrøv er vandi fyri, at hon arbeiðir við stutttíðarvøkstri í huga. Tað kenna vit frá mongum skandalumálum í USA, har leiðslan hevur virkað fyri at fáa stóran vinning skjótast gjørligt, so at leiðararnir hava kunnað loyst sín forkeypsrætt inn, sigur hann. Her skal tó viðmerkjast, at skipanin við forkeypsrætti sum nevnt er tikin av í Kaupthing.
Tríggir teir størstu bankarnir í Íslandi - Kaupthing, Íslandsbanki og Landsbanki - viga tungt á íslendska virðisbrævamarknaðinum við sínum egnu partabrøvum. Tað eru ikki meira enn 40 fyritøkur skrásettar á hesum virðisbrævamarknaði. Teirra marknaðarvirði er tilsamans umleið 42 mia.kr.
Um allan heim falla kursirnir á virðisbrævamarknaðinum. Uttan í Íslandi, og tað ger íslendingar førar fyri at fara víða um lond og keypa fyritøkur, sum stór-kapitalurin í teimum stóru londunum himprast við at keypa.
Tað ljóðar sum eitt ævintýr? Men fer tað at halda? Er tað eitt ævintýr í kyksendi?
Einaferð høvdu danir eitt, sum kallaðist Nordisk Fjer, og sum ekspanderaði vilt. Tann bløðran brast, og síðani hevur Nordisk Fjer verið nýtt sum ræðing og ávaring í fleiri londum.
Vónandi verður endin ikki, at frændur okkara íslendingar fáa ein frammaná, ið líkist Nordisk Fjer ella kjaftfiskinum, vit fingu fyri 10-15 árum síðani.

Keldur
Berlingske Tidende:
3.12 Eigil Evert: Kapitalisme på islandsk
3.12 Eigil Evert: Banktilsyn bekymret for islandske banker
3.12 Baugur Group
4.12 Ole Mikkelsen: Frygt for kortsigtede interesser i Kaupthing Bank
4.12 Eigil Evert: Hurtige kasketskift på Island
4.12 Eigil Evert: Bankfolk scorer kassen på vækst
6.12 Ole Mikelsen: Flyvende formand fra Island
9.12 Ole Mikkelsen og Eigil Evert: Islændinge sender FIH mod øst
Aftenposten:
28.8 Nye børs-eventyr i vinte på sagaøya
28.10 Kaupthing Banks delårsrapport januari-september 2004
1.11 Peter Markovski: Må ut for å vokse
1.11 Peter Markovski: Islandske banker vil tage Norge

Heimasíðan hjá Kaupthing í Íslandi og Føroyum
Heimasíðan hjá Baugur

Heimasíðan hjá Føroya Sparikassa 22.11

22.11 FIH Erhvervsbank: Salg av Kaupthing Bank A/S i Danmark

13.12 Eftir áheitan frágreiðing frá Per Højgaard í Føroya Sparikassa um stovnan av Kaupthing og ognarviðurskifti