Tað er tað viðurkenda blaðið The Financial Times, sum rør uppundir, at bretar kanska fara at venda eygunum ímóti Íslandi í hesum høpi. ??Aftan á bankaskrædlið í Íslandi á heysti í 2008 setti Altingið eina serliga nevnd at kanna virksemið hjá landsins bankum, og 15 mánaðir seinni kom nevndin við síni frágreiðing. Nevndin fanst hvassliga at fleiri leiðandi bankamonnum, men politikararnir sluppu heldur ikki undan atfinningum.
The Financial Times skrivar, at frágreiðingin hjá altingsnevndini fekk góða móttøku millum fólk, og blaðið nevnir i hesum viðfangi, at øll frágreiðingin, sum er í níggju bindum, varð lisin upp í Borgarleikhúsinum í Reykjavík, tá hon var komin út. ??Blaðið heldur, at krøvini hjá teimum bretsku tingmonnunum um at kanna virksemið hjá teimum bretsku bankunum líkjast nógv teimum krøvum, sum tann íslendska kanningarnevndin fekk. Tí heldur The Financial Times, at í hesum førinum kann Ísland vera fyrimynd hjá Bretlandi.
Tað eru serliga tingmenn hjá Labour, sum vilja hava bankakervið kanna eftir gøluna við Barclays-bankanum, men leiðandi konservativir politikarar hava eisini funnist hvassliga at bankakervinum.