Íslendska bankakervið undir umsiting

Íslendska Altingið samtykti í nátt lóg, sum gevur stjórnini sera víðar heimildir á fíggingarøkinum

Nakað eftir midnátt í gjárkvøldið samtykti íslendska Altingið eina sokallaða neyðlóg, sum ætlandi skal fáa tamarhald á teirri stóru kreppu, sum landsins bankakervi er í.

Neyðlógin kom minni enn eitt samdøgur eftir, at Geir H. Haarde, forsætisráðharri, hevði sagt, at tað var ikki neyðugt við tiltøkum longur. Men í einari beinleiðis útvarps- og sjónvarpsrøðu fyri íslendsku tjóðini seinnapartin í gjár ásannaði forsætisráðharrin, at nógv var broytt til tað verra í gjár.

-Støðan er so álvarssom, at vit kunnu fara á húsagang, segði Geir H. Haarde.

 

Eftir tingingar í samgonguni legði stjórnin eitt neyðlógaruppskot fyri Altingið í gjár, og tað samtykti tingið seint í gjárkvøldið. Lógin gevur fíggjarmálaráðnum hjá stjórnini so víðar heimildir á bankaøkinum, at í veruleikanum er alt bankakervið sett undir almenna umsiting. Lógin gevur stjórnini heimild til at stovna egnan banka ella at yvirtaka teir, sum eru.

 

Lógin ber eisini í sær, at tann almenni Íbúðargrunnurin yvirtekur øll bústaðarlán frá bankunum.

 

Av teimum 63 tinglimunum vóru 62 hjástaddir á tingfundinum, tá atkvøtt bleiv, og tað er sambært íslendsku bløðunum sjáldsamt. 50 altingslimir atkvøddu fyri neyðlógini.

Íslendsku bløðini vita at siga, at umboð fyri Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF hava verið í Íslandi og givið stjórnini góð ráð um, hvat gerast skal.