Hóskvøldið 19. juni kl. 19.30 verður konsert við Gerður Bolladóttir, sopran, Sophie Schoonjans, harpa, og Pamelu de Sensi, floyta. Høvuðsverkið á konsertini ber heitið Almanaksljóð og er nýskrivað verk fyri rødd, floytu og hørpu eftir Onnu S. Thorvaldsdóttir og varð frumframført á festivalinum ?Myrkir Musikdagar? í Íslandi í ferbuar 2008. Tekstirnir til Almanaksljóð eru úr yrkingasavninum við sama heiti eftir Bolla Gústavsson, sum er pápi Gerður Bolladóttir.
Á skránni eru eisini verkini Örstef eftir Atla Heimir Sveinsson og Bærinn í Skóginum eftir Jón Hlöðver Áskelsson fyri hørpu og floytu.
Síðst á skránni verða nøkur íslendsk tjóðløg framførd fyri rødd og hørpu. Hetta eru útsetingar eftir Ferdinand Rauter.
Atgongumerki á 100 kr. kunnu keypast á www.nlh.fo.